Mentan

Sigurði Petersen til minnis

...

2016-05-25 22:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

19. oktober í fjør andaðist Sigurð Petersen í Sandavági, 90 ára gamal. Sigurð varð føddur 18. juni í 1925. Hann var sonur Petur Elias og Biritu Petersen á Steig. Tey áttu seks børn, Sigurð varð triðiyngstur.

Sigurð giftist við Mariu, dóttur Elsbu og Sigurd Nordendal í Sandavági. Tey bygdu sær prýðilig hús Norðuri á Steigartrøðni. Saman við manni úr Vestmanna laðaði hann garð rundan um stykkið, og hann gróðursetti plantur og trø. Steigarmyllan er á stykkinum hjá teimum. Hon var niðurfallin, men hana gjørdi hann aftur í góðan stand, so at hon er eitt satt prýði.

Maria var Sigurði góður stuðul bæði sum húsmóðir og í skúlaarbeiðinum.

Tey fingu dóttrina, Biritu, sum er gift við Tórfinni Simonsen úr Hoyvík. Tey eru eisini búsett á Steigartrøðni.

Børn teirra eru Sigurð, Jonn Rói og Ranja. Dóttir Tórfinn, Maibritt, hevur verið nógv hjá teimum.

Sigurð hevur altíð havt góðan hug at vera úti í náttúruni. Sum lítil smádrongur fór hann at ganga yvir á Oknadal við pápa sínum, sum var hagamaður har. Annars hjálpti hann til í haganum, brøðurnir vóru eisini hagamenn. Ludvig røktaði nøkur fá ár, Niels Marius og Heini røktaðu í mong ár.

Sum flestu dreingir fór Sigurð, tá ið hann var 14 ára gamal, at ganga á fjall fyri mann. Hann mundi ganga á fjall í flestum hagapørtum í bygdini.

Tá ið hann var smádrongur og ungur arbeiddi hann í fiski hjá Zachariasi. Í krígnum arbeiddi hann hjá eingilskmonnunum, tá hevur hann verið 17 - 18 ára gamal.

Annars hevði hann avbera góðan hug til bóndaarbeiði. Sumrini 1945 og 1946 var hann á bóndagarði á Borgarfirði í Íslandi. Har dámdi honum ógvuliga væl. Hann tosaði ofta um ta tíðina, hann var í Íslandi. Har lærdi hann íslendskt, og tað tosaði hann raðið. Tá vórðu sterk vinabond knýtt.

Eisini seinni, tá ið vinasamband og samskifti kom í lag millum Sandavág og Neskaupstað. Tá ið ítróttaungdómurin úr Neskaupstaði kom higar at vitja, skipaði Sigurð fyri saman fyri øðrum. Hann var altíð ferðaleiðari, tá ið ítróttaungdómurin hiðan fór til Neskaupstaðar.

Í 1946, eftir tað at hann hevði verið í Íslandi, fór hann á Føroya Læraraskúla og tók prógv í 1950. Var tímalærari 1950-51 í Realskúlanum í Havn. Á ársskeiði á Danmarkar læraraháskúla 1951-52. Var vikarur í Sandavági 1952-53 og sama árið settur fyrstilærari. Hann legði sær ógvuliga nær við skúlans arbeiði. Hann vildi leggja gott niður í børnini og geva teimum góðan kunnleika. Sigurð var góður lærari. Ungdómurin gekk eisini í kvøldskúla hjá honum.

Í 1961 gjørdist hann skúlastjóri í Miðvágs ??? Sandavágs skúla. Lærarar og næmingar høvdu virðing fyri honum.. Í 1965 var hann tríggjar mánaðir á skeiði á DLH og á ársskeiði í 1974-75 og 1984-85. Skeiðini vóru í støddfrøði, søgu, landalæru og sálarfrøði. Hann fór úr starvi í 1992 við eftirløn.

Sigurð var ógvuliga áhugaður í ítrótti ??? róði kapp bæði við Loftabátinum og Sandavágsbátinum, sum varð smíðaður í 1955. Petur Elias og Niels Marius smíðaðu hann, ??rnina smíðaðu teir eisini. Tað gekst hesum báðum bátum fram úr væl.

Handbólturin hevði hansara stóra áhuga. Um várið í 1953 gjørdi SÍF eitt satt ítróttaligt bragd, við tað at hetta var fyrstu ferð, at spælt varð við mansliði. Sigurð var venjari, og hann spældi eisini saman við teimum. Eisini var hann venjari hjá kvinnunum.

Væl gekst, fleiri ferðir vóru mans- og kvinnuliðini føroyameistarar. Nógv varð farið um firðir og sund at spæla. Hann var nevndarlimur í SÍF eini 55 ár, nøkur fá ár var hann formaður. Sigurð lærdi eisini ungdómin fimleik t.d. í Losjuni. Í skúlanum var hann eisini fimleikalærari.

Sigurð hevði skaldagávur. Mangan sangin hevur hann yrkt til brúdleyp, føðingardagar, fermingar og veitslur.

Sigurð var eisini hugaður í kirkjuligum arbeiði. Trúgvur sat hann í kirkjustólinum, tá ið kirkjuklokkan hevði kallað. Fleiri ár var hann limur í kirkjuráðnum og var eisini deknur.

Mong ár var hann limur í náttúru- friðingarnevndini í Vágum.

Sigurðs partur lá ongantíð eftir á Oknadali. Lættur var hann á sær, legði sær ógvuliga nær í rakstri. Djarvur var hann, hevði altíð ódn ??ti í Skorum. Har var mangan stravið. Meg minnist, tá ið farið varð uppgongu, var hann altíð uppi í teimum fyrstu. Í arbeiðinum á rættini loyvdi hann sær ongantíð, tók altíð tyngsta takið. Tá ið haftseyðurin varð rikin heim um heystið, var hann altíð á halanum, har stravnast var, tí at ofta vóru lomb og ær, sum ikki vildu ganga. Har hoyrdu vit hann rópa hoy hoy¸ hoy at fáa gongd á, tá ið steðgur kom í.

Hann slapp ikki altíð frá skúlanum á fjall, men ofta fór hann eftir skúlatíð ímóti gonguni av Oknadali.

So góðan hug hevði Sigurð at fáast við seyð og fjallgongu, at á gamalsaldri fór hann at sleppa seyð í Vestaruskor saman við teimum ungu, teir vóru fegnir at hava hann við, hann visti frá mongum at siga.

Vit minnast væl frálíku sendingarnar í útvarpi og sjóvarpi, hvussu væl hann dugdi at málbera seg.

Sigurð var seinastu ferð á fjalli á Oknadali 85 ára gamal. Eingin maður í bygdini hevur gingið so leingi á fjall.

Nú er Sigurð fluttur um sýn. Bjørt standa minnini um virknan mann. Hvíl í friði.

                                                                                                                                Heini F. Petersen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder