Ítróttur

Sigtór longt sáttmálan við 07 Vestur

...

2015-12-13 18:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur: Sigtór A. Petersen heldur fram í 07 Vestur! Hetta er greitt eftir at verjuleikarin í vikuni longdi sáttmálan við felagið. 27 ára gamli Sigtór leikti 27 dystir fyri felagið farna kappingarár.


Sigtór spældi flestu dystirnar í ár á vinstra bakki, hóast hann seinnu hálvu í 2014 spældi flestu dystirnar í álopinum og eisini skoraði fleiri mál. 127 dystir eru tað blivnir til, í vaksnu liðunum hjá 07 Vestur, og 14 mál, harav 9 komu í 2014.

Vit ynskja Sigtóri hjartaliga tillukku og gleða okkum at síggja hann í svara búnanum komandi ár!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder