Nógv bendir á, at tey, sum liva við sjúkuni cystisk fibrosu, fáa tað lættari í framtíðini. Fyrr í ár kom fram, at ein nýggjur heiligvágur var ávegis, ið ber heitið Orkambi, sum skal betra um lungnaførleikan hjá teimum, ið hava sjúkuna.
Heiligvágurin er tó sera kostnaðarmikil - tvær milliónir fyri hvønn sjúkling um árið. Nú hava donsku heilsumynduleikarnir avgjørt, at Orkambi í fyrstu syftu skal nýtast til fýra sjúklingar á Ríkissjúkrahúsinum og til fýra sjúklingar á sjúkrahúsinum Skejby, har sjúkan er komin langt. Ein av hesum fáu útvaldu er 25 ára gamla Sigrun Jóhansdóttir Bisp úr Kollafirði.
- Hesin nýggi heilivágurin hevur sera nógv at siga fyri meg. Í løtuni havi eg eina lungnafunktión á 28 prosent og øll mín tíð og orka fer við at passa mína sjúku, so øll prosentini eru týdningarmikil fyri meg, sigur Sigrun, sum kennir seg hepna, at hon er millum tey fyrstu, ið fáa heiligvágin.
Cystisk fibrosa er ein lungnasjúka, ið tú ongantíð sleppur av við, og sjúkan ger tað ikki lætt fyri tey, sum mugu liva við henni. Tey flestu doyggja á alt ov ungum aldri, men við nýggja heiligváginum fer hetta helst at broytast. Sagt verður, at umleið 75 prosent av sjúklingunum fara at liva longri, og umframt at lungnafunktiónin fer upp, heldur Orkambi infektiónum burtur. Tað er av somu orsøk lættari hjá tí, sum livir við cystisk firosu, at taka upp á í vekt.
- Eg vænti, eg skal byrja upp á heiligvágin fyrst í 2016.Sum eg havi skilt, kann lungnafunktiónin fella eitt sindur í byrjanini, og eisini eru nógv hjáárin, so eg verði innløgd á Ríkissjúkrahúsinum í eina tíð, so læknanir kunnu fylgja við. Men eftir eitt stutt tíðarskeið skuldi eg væntandi blivi nógv betur fyri, enn eg eri í dag, so eg gleði meg at fáa eitt nøkunlunda vanligt lív, sigur Sigrun.
Sambært blaðnum Dagens Medicin eru áleið 500 fólk við cystisk fibrosu í danska kongaríkinum, tað skrivar Sára Jógvansdóttir á www.foroyar.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald