2016-04-15 14:49
Signhild Joensen úr ??gir svam seg í morgun víðari til finalu á Danish Open 2016, við 5. bestu tíð av teimum 26 sum luttóku í innleiðandi riðlunum. Tíðin hjá henni var 1:04.54, sum er nýtt føroyskt met og juniormet í mun til hennara 1:04.67 frá FøroyaMeistarastevnuni á Langgeil í mars mánaða. Og, tað er eisini undir gullnálatíðini hjá Svimjisambandi Føroya í greinini, sum er 1:04.54. Sí úrslitalistanher, finalan verður seinnapartin í dag.
Kelda: svimjing.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald