Mentan

Signar í Homrum & Laura van den á Sørvágs Country- & Blues Festival

...

2014-11-28 21:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sørvágs Country- & Blues Festivalur 2015 verður í døgunum 5. & 6. juni.

Í dag avdúka vit tvey tey fyrstu nøvnini. ??? Eitt føroyskt og eitt útlendskt.

Signar í Homrum (FO) & Laura van den Elzen (NL)

Laura van den Elzen er úr Hollandi, hon er bert 17 ár og ein rísandi countrystjørna, hon verður mett, sum ein av bestu kvinnuligu country sangarum í Evropa. Hóast sín unga aldur, hevur Laura longu nú framført nøkur ár á altjóða country tónleikapallum.

Tá ið hon var 12 ár, var hon nr. 2 í stórari sjónvarpstónleikapping, sum samlaði milliónir av hyggjarum í Hollandi og Belgia, hvørja viku.

Nú meira enn 4 ár seinni, spælir hon eina rúgvu av konsertum í Hollandi og á stórum festivalum í Evropa, serliga í Týsklandi, Belgia og Hollandi. Áhoyrarnir hava tikið sera væl ímóti Lauru og verður hon fagnað alla staðni, har hon framførir.

Laura framførir tónleik av Dolly Parton, Linda Ronstadt, Miranda Lambert og fleiri øðrum, hon framførir eisini nakað av nýggjasta countrytónleikinum og so syngur hon eisini rock sangir hjá Tinu Turner, tað er, sum Laura kallar tað ???country-Rock??? og "country-Pop" tónleikur. Harumframt fer hon eisini at framføra tónleik, sum hon sjálv hevur skrivað.

Í fjør hittust Laura van den Elzen og Hallur Joensen undir eini konsert í Berlin. ???Vit fingu tár í eyguni av at hoyra Lauru synga ??? ein rísandi stjørna??? sigur Hallur um Lauru van den Elzen.

Signar tulkar Creedence og Fogerty

Ein sera forkunnug og spennandi avtala er gjørd við Signar í Homrum, um at framføra og tulka heimskenda og sera væl umtókta bólkin Creedence Clearwater Revival. CCR hevði síni aktivu ár frá 1967 til 1972, men er framvegis ein tónleikabólkur, sum er sera væl avhildin. Kendastur av limunum í bólkinum er ivaleyst John Fogerty, sum eisini skrivaði teir flestu sangirnar, hann er framvegis virkin innan tónleik og er enn nógv at hoyra.

Signar í Homrum sigur, ???Eg bleiv sera spentur, tá eg fekk fyrispurningin frá Country- & Blues festivalinum, um at gera eitt Creedence Clearwater Revival innslag til komandi festival.

CCR og John Fogerty hava altíð verið ein av mínum yndisbólkum og mær hevur altíð dáma sera væl tað ráða ljóðið hjá bólkinum og ikki minst røddina hjá John Fogerty.

Eg ætli mær at seta eina skrá saman, sjálvandi við nøkrum av teimum sangunum, sum flest øll kenna, men eisini nakrar, sum ikki eru so kendir millum fólk, men sum eg sjálvur haldi eru nakrar perlur???

Av kendastu løgunum hjá CCR kunnu vit nevna ???Proud Mary???, ???Bad Moon Rising??? ???Have You Ever Seen the Rain???, Down on the Corner???, Lookin??? Out My Backdoor??? og ???Who???ll Stop the Rain???

Afturart sær hevur Signar, James Olsen á trummum, John Johansen á bass, Mikkjal Hvannastein og Høgna Fagraberg á gittar og Magna Husgaard á keyboard.

Føroya Bjór

Country- & Blues festivalurin hevur gjørt eina trý ára samstarvs- og stuðulsavtalu við Føroya Bjór.

Bæði fyrireikarar og stjórin í Føroya Bjór, Einar Waag eru fegin um samstarvsavtaluna.

Einar Waag stjóri heldur, at festivalurin er eitt gott og væl fyriskipa tiltak, sum hóskar seg væl til teirra málbólk og fer Føroya Bjór at gera alt fyri, at øll fáa eina góða og vælsmakkandi festivaluppliving.

Serprísur á atgongumerkjum til og við 31. Desember

Til 31. desember er serligur prísur á atgongumerkjum. Kostnaðurin er 495,- krónur fyri vaksin (15 ár og eldri) og 150,- krónur fyri børn (7 til 14 ár). Tað er ókeypis fyri børn 6 ár og yngri.

Frá 1. januar til 3. mai er kostnaðurin 695,- krónur og frá 4. mai 795,- krónur fyri vaksin.

Eftir 1. januar verður kostnaðurin fyri børn 7 til 14 ár 200,- krónur.

Atgongumerkini kunnu keypast á heimasíðuni country.fo

Húsvognar og tjalding

Atgongumerki í samband við húsvognar og tjalding, verða bert avgreidd av Vága kunningarstovu ??? [email protected] tel. 333455.

Av tí at avmarkað pláss er til húsvognar á økinum, verða hesi bert seld til vognar við tilknýttum atgongumerkjum. Tá bílagt verður skal stødd á vogninum upplýsast.

Verið øll hjartaliga vælkomin á Country- & Blues Festival 5. og 6. juni 2015.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder