Mentan

Signar & John á Voxbotn 2015

...

2015-06-16 20:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vit kenna Signar í Homrum við løgum sum ???Tað er gott at elska???, ???Mín skattur??? og ???kærleikans mátt??? og sum nærum eru voðrin fólkaogn.

Signar í Homrum hevur verið virkin tónleikari og sangskrivari í 25 ár, har hann spældi nógv ár við bólkinum Kjølum. Seinnu árini hevur hann verið sangari í bólkinum Rox samstundis sum hann hevur staðfest sína støðu sum solistur, eftir at hann fyri nú trimum árum síðani gav sína fyrstu fløgu út. Við sær á Voxbotn hevur hann makkaran John Johansen á bass.

Voxbotn 2015 verður í Vágsbotni leygardagin 27. juni. Umframt Signar & John, eru poppkometirnar John Martin og Michel Zitron, kendir frá Swedish House Mafia, Samantha Fox, X-Factor stjørnan Jógvan, tungmálmslegendan Udo, elektropopduoin Byrta, fólkarokkarin Marius Ziska, rappararnir Swangah, Ester Kristianssen, Eyðun & Terji, Marni Kruse, Holgar, Døgg Nónsgjógv, trubadururin Stanley og divairnar í Flammu avdúkaði, umframt Gluntan og Sunrise, ið spæla til Bryggjudansin.

Forsølan til Voxbotn 2015 hevur gingið serstakliga væl, tí tað er so at siga útselt. Bara nøkur heilt fá ógoldin atgongumerki frá ebillett.fo, sum eru blivin tøk aftur eftir at gjaldsfreistin er farin, eru eftir. Tey verða seld á ebillett.fo til eingi eru eftir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder