2015-07-09 13:07
Signar í Homrum verður við á landsins størsta tónleikatiltaki
Signar í Homrum telist millum best umtóktu tónleikararnar í landinum í løtuni, og hann verður eisini við á ársins Summar Festivali.
Signar hevur havt nakrar minniligar framførslur á Summar Festivalinum, og tað er neyvan ov nógv sagt, at hann hevur sum fáur megnað at fingið lív í tjaldið.
Nú skal Signar royna ein nýggjan pall á Summar Festivalinum. Signar spælir saman Henningi Nicodemussen og John Johansen á Torginum, og teir fara at undirhalda festivalgestunum við stóru hittunum hjá Signari ??? eitt nú ???Tað er gott at elska??? og ???Sorgblídni???.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald