Mentan

Siglingarsøgan í Vágum

...

2015-08-09 15:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 SIGLINGARS??GAN Í VÁGUM: Eftir fleiri áhaldandi áheitanir frá facebook bleiv profilurin/vangin SíV niðurlagdur og konvertera til eina website (https://www.facebook.com/vagaskip), men við fylgdu bara profilmyndin og teir 3599 fylgjararnir og tær meiri enn 5600 myndirnar blivu burtur.

Tí bleiv avgerð tikin um at byrja ein bólk (https://www.facebook.com/groups/vagaskip/) í staðin, so tað gerst lættari hjá limun at leggja myndir út og at tær koma til sín rætt.

MYNDIR og annað tilfar sum inniheldur sjóvinnuvirksemi hjá vága- og mykinesmonnum, skip úr Vágum, myndir frá maritimun virksemi á kaium og aðrastaðni í Vágum og Mykinesi, og tilfar um skip og maritimar hendingar har vága- og mykinesmenn eru ein partur, fáa rúm í hesum bólki.

Vónandi verður undirtøkan góð og vit náa teimun 3599 ella fleiri limun í hendan bólk, tit kunnu leggja limir í bólkin úti í høgru síðu. Tær fleiri enn 5600 MYNDIRNAR ið vóru á facebook profilinum komi eg at leggja inn her.
Heimasíðan www.vagaskip.dk er eisini virkin.
vh Jan Erik Simonsen
www.vagaskip.dk

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder