2016-02-06 22:21
KVF.fo skrivar; Føroysku línuskipini á Flemish Cap hava framvegis góðan fiskiskap, upp í 10 tons um samdøgrið, og gongst sum ætlað fara øll skipini væntandi at sigla heim fyrsta dagin.
Í løtuni royna ??got, Klakkur, Kambur og Eivind á Flemish Cap, og øll hava landað ein túr í Saint Pierre.
Tað mesta, skipini fáa, er toskur.
14 mans eru við ??got, og yvirhøvur hevur viðrað væl, sigur Kristian Olsen, stýrimaður.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald