Ella eru vit blindað av øvund ?
Ofta verður ført fram, at allir føroyingar mugu sleppa framat at fiska, serliga makrel.
Veruleikin í dag er, at allur makrelurin, sum vit sambært fiskiveiðuavtalum hava loyvi at fiska, verður fiskaður.
Meginparturin verður fiskaður av serútgjørdum nútímans uppsjóvarskipum, sum landa fiskin kring allar Føroyar. (Tvøroyri, Kollafirði og Fuglafirði.)
Tað undrar meg, at so nógv vilja sleppa at fiska makrelin, tá hetta longu verður gjørt á fullgóðan hátt.
Tað undrar eisini, at so fá tosa um at virðisøkja allan tann óviðgjørda makrelin, sum verður avreiddur kring alt landið.
At hava atgongd til sprell-feskan hágóðsku makrel er eingin sjálvfylgja, men hesa atgongd hava allir føroyingar.
Higartil hevur borið til at keypa smærri nøgdir (ca. 20 tons) beinleiðis frá best útgjørdu skipunum.
Eru hetta ikki framúr møguleikar hjá íverksetarum við góðum hugskotum at virðisøkja tilfeingið úr havinum.
Latum okkum ikki stríðast fyri, at øll skulu sleppa at fiska, men at øll skulu hava atgongd til fiskin.
Latum okkum ikki øvunda, men nýta teir møguleikar, ið eru.
Joen Magnus Rasmussen
Valevni Fólkaflokksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald