Ítróttur

Sigfríður Clementsen nýggjur høvðusvenjari hjá HB

...

2016-10-27 06:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyri løtu síðan varð avtala gjørd sum inniber, at Sigfríður S. Clementsen verður nýggjur høvðusvenjari hjá besta liði felagsins.


Sigfríðurhevur, hóast sín relativt unga aldur, roynt seg víða um í venjararagerninginum. Eitt nú var hann venjari hjá okkum tey truplu árini 2011 og 2012. Harumframt hevur hann verið venjari hjá TB, Víkingi, EB/Streymi, AB, ÍF og B36.

Sigfríður Skaale Clementsenhevur eisini eina flotta fótbóltsleið at vísa á, og vóna vit, at hesi evnini saman við góðu royndunum sum venjari annars, fara at hava sína jaligu ávirkan á, at vit aftur náa upp har vit hoyra heima.

Vit ynskja Sigfríða hjartaliga vælafturkomun til felagið og blíðan byr við uppgávuni, tað skrivar HB.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder