2016-02-02 18:30
LV.fo: Um stutta tíð verða tær arbeiðstøkur, ið eftir eru at bjóða upp á í sambandi við Skúladepilin við Marknagil, Glasir, alment bodnar út. Talan er um timbur- og gipsarbeiði, hurðar, timburgólv og flísaarbeiði.
Í løtuni verður samráðst við teir undirveitarar, sum vóru lægstir á tilboðsdegnum, um arbeiðstøkurnar, ið eftir eru at gera.
Málið er at halda fast í so nógvar upprunaveitarar sum gjørligt, tí tað liggur fitt av fyrireikingararbeiði í arbeiðstøkunum, sum longu er gjørt. Talan er um arbeiðstøkur, ið høvuðsarbeiðstakarin TG Verk upprunaliga vann, og sum fevna um timbur- og gipsarbeiði, hurðar, gólv og flísaarbeiði. Umframt innbúgv eru hesar arbeiðstøkurnar tær seinastu, sum verða bodnar út.
Eftir ætlan skulu hesi arbeiðini byrja til várs, og tey fara at vera í gongd heilt fram til avhendingina næsta ár.
Tá hetta arbeiðið er komið undir land, og tilboðini komin inn, eru allar arbeiðstøkurnar við Marknagil avgreiddar. Sostatt er hetta almenna útboðið tað síðsta týðandi stigið í verkætlanini, sum eftir ætlan skal verða liðug á sumri 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald