Politikkur

Síðsta útkall

...

2017-05-16 19:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Síðsta útkall!

Sitandi samgonga fer nú ætlandi endaliga at avtaka hjúnabandið sum stovn millum mann og konu og gera tað kynsneutralt! Hetta er nógv álvarsamari, enn fólk kanska gera sær far um, og tað fer at hava sera álvarsligar avleiðingar fyri Føroyar!

Og vit síggja avleiðingarnar longu nú. Biskupur er noyddur at geva prestunum tænastuboð, tí nú lóggeva tey beinleiðis inn í kirkjuna, hóast alt tað kirkjuliga landslagið hevur mótmælt!

Tí skal ljóða her frá mær eitt síðsta útkall og eitt uppróp til allar teir mongu túsundtals føroyingar, sum eg veit eru samdir við meg og okkum, sum hava roynt at andøvt ímóti ??? og ikki minst heiti eg á samkomuleiðarar, prestar og onnur ábyrgdarfólk: Vælsignaði fólk, farið upp á barrikadurnar og gerið vart við tykkum! Nú er allarsíðsta útkall! Mótmælið og ávarið tingfólk um at taka eitt tílíkt stig!

Sum limur og minniluti í Mentanarnevndini, har málið hevur verið viðgjørt, havi eg skrivað drúgt álit til Løgtingið í sambandi við málið, og eg fari at heita á fólk um at lesa hetta, sum lýsir gongdina og ikki minst álvarsemið í málinum:

Ein kynsneutral ideologi

Hetta, at devaluera ella niðurskriva hjúnabandið og gera tað kynsneutralt er álvarsligasta mál, sum nakrantíð er viðgjørt í Føroyum. Verður hetta lógaruppskot samtykt, og danir fara at seta lógina í gildi, fer tað at fáa álvarsamar og óyvirskoðiligar avleiðingar fyri samfelag okkara frameftir og verður orsøk til eina radikala umbroyting av allari fatan av familju, hjúnalagi og samlívi.

Tað, at geva tveimum av sama kyni, sum hava hug at liva saman, nøkur borgarlig rættindi, er bara ein lítil partur av hesum, og tørvar als ikki broyting í hjúnabandslógini. Nei, her liggur nakað nógv álvarsligari aftanfyri. Her verður latið upp fyri einari kynsneutralari ideologi, sum fer at broyta alla siðvenju, og verður orsøk til eina mentanarkollvelting og eitt siðaskifti í Føroyum, ið gongur beint ímóti tí kristnu siðalæru, sum samfelag okkara í øldir hevur bygt á.

Gongdin í málinum

Nú í apríl var eitt ár farið, síðan løgtingið við teprum meiriluta samtykti eitt illa frágingið ríkislógartilmæli um at fáa danir at broyta hjúnabandslógina, soleiðis at tveir menn ella tvær kvinnur eisini skulu sleppa at giftast og vera hjún!

Men trupulleikar blivu av einum stykki í eini aðrari grein (§14, stk. 2) í hjúnabandslógini um signing av borgarliga giftum í kirkjuni, sum av tekniskum grundum ikki kundi broytast beinanvegin. Tí varð í ígildiskomugreinina sett, at lógin ikki kom í gildi, fyrrenn hetta stykki annaðhvørt var strikað ella broytt. Hetta bleiv gjørt fyri at fáa nóg nógv at samtykkja uppskotið, tí tað var hóast alt tá ein meiriluti, sum ikki vil hava hetta inn í kirkjurnar!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder