Síðsta tekni í Sól og Mána er fari aftur um. Er ein niðurteljing farin ígongd?
Tað eru tey sum siga at eingin Gud er til og alt er vori til av einari ógvusligari spreinging fyri nógvum milliardum árum síðan.(Big Bang)
Tað plagar uttan undantak at koma kaos burtur úr spreingingum nú á døgum, men ikki hesari, tí nú ca 18 milliardir ár seinni kunnu vit síggja úrslitið av hesi menningar læru har náttúrulógir valda, lív vellir fram allastaðni. Í sjónum, í luftini, á landjørðini sum undir jørðini. ??ll frumevnini sum mugu vera til staðar fyri at tað ymiska skal kunna liva og fjálgast eru júst har tey skulu. Alt tað millióna tal av livandi verum kring alla klótuna og alt við síni egnari mensku og sálarligum virðum og evnum at fáa avkom. Á tað fjølbroytni og litir, ljóð og luktir. Fantastiskt hvussu væl alt hevur tilpassað seg og laga seg til tær ymisku fortreytirnar at liva undir á hesi stóru klótuni sum sveimar út í rúmdini og hongur á ongum.
Og so ferðast vit kring Sólina við yvir 105 túsund km um tíman við ???ongum skipara??? á brúnni. Alt ímeðan klótan melur um seg sjálvan á føstum aksa, so vit hava vetur og summar og alt tað í har til hoyrir ímillum. Sera neyvt ella tilfeldið má ein siga at hendan spreinging var, tí vit eru komin í eina ringrás kring Sólina, ja so neyvt ella tilfeldugt, at vóru vit eitt lítið sindur nærri vóru vit stokt. Og vóru vit eitt sindur longri frá vóru vit fryst. So vit eru soo heldið!
Og so mugu vit ikki gloyma mánan, sum melur kring okkara klótu og sum heldur andadráttinum í havinum ígongd og sum er so týdningarmikið fyri alt lív í sjógvum. Aftur her eru vit soo heldið, at mánin er júst í tí ringrás har hann er, tí var hann eitt sindur nærri jørðini var munurin millum flóð og fjøru so stórur, at ein konstant veldig alda ella sunami fór kring alla klótuna og skolaði alt lív oman av og í havið. Hin vegin var mánin eitt sindur longri vek, ja so doyði alt í rot og ilt mangul. So vit eru soo heldið at vit hava mánan júst har hann er.
Alt hetta kom úr ???ongum??? og alt hetta ???einki??? savnaði seg fyri síðan at spreingja seg í ???flintur??? og tað hevur so ment seg til universið og alt tað vit síggja nú 18 milliardir ár seinni.
Tú skal hava ???sera sterka trúgv??? um tú skal trúgva uppá tí stuttu og speisomu útgávuna av menningarlæruna omanfyri.
Kenni einki dømi enn har hendan læran prógvar seg. Tvørtur ímóti. Far bara á museum, á eitt ellisheim í onkran gamlan býarpart ella umborð á okkurt skip, so sært tú at alt livur stutta tíð, blívur tært vek og má viðlíkahaldast konstant í hesi tilveruni, sum enn er galdandi. Og enn hava vit fleiri sløg av apum. Steðgaðu hesar upp í menningini?
Er tað ein Skapari og hevur Hesin lagt nakað eftir seg so vit skulu kunna kenna Hann? Ja fleiri spor er løgd m.a Tekin í Sól og Mána.
Við heft er eitt stutt film klipp, har Nasa vísur hetta fyribrigdi ???blóðmáni??? ið var tann 28. September 2015. Hesin mánin var samtíðis ein "supermáni".
Í fylgi Nasa skuldi hesin vísa seg í fyrsta døgninum av Leyvskála høgtíðini í 2015. Tí hevur tað ein bíbilskan týdning. Smb. 1.Mós 1:14 Har hesin sum er Gud Skaparin skal brúka ???tey??? Sólina, Mánan og stjørnurnar til at geva ???tekin??? til mannaættina á Hansara bíbilsku hátíðardøgum, tá Hann grípur inn í fylgi Hansara profetisku ætlan.
Tað eru 3 sett av 4 blóð mánum, ella 12 ???teking??? íalt, ið hava rakt bíbilskar høgtíðir, síðan Ísrael er ???uppreist??? sum tjóð í 1948.
Teir fyrstu 4 vóru í 1949-1950 tá Ísrael bleiv eitt livandi land aftur. Síðan í 1967 ??? 1968 tá Jerúsalem kom aftur í jødiskar hendur, júst eitt jubelee aftaná at býurin bleiv fríaður úr Ottomanska ríkinum í 1917. Hetta hendi uttan nakað skot bleiv lati av og Jerúsalem bleiv givin uppí hendurnar á Generalinum Allenby og alt miðeystur bleiv ???klipt sundur??? til tey lond vit kenna idag.
Og so hetta síðsta setti av blóð mánum í 2014 og 2015 við eini ???sólarmyrking??? mitt í síni miðju. Sólarmyrkingin var tann 1. Dagin í árs mánanum Nisan (20 mars í okkara kalendara). Eisini hendan dagin var ein sokallaður ???Supermáni á norður hálvuni og skugga síðan á honum vendi beint niður í mótið Føroyum, tá hesin ???sløkti??? sólina eina løtu tann 20. Mars í ár. munurin á flóð og fjøru hetta døgn var meira enn 5 metur hægri enn vanligt í eingilsku kanalini.
Og fyri at gera tað enn meira sermerkt so var sama døgn eisini Javndøgur, tá eins langt er í millum ljós og myrkur.
Hesir ???supermánar??? eru óvanligir, tí bara 5 supermánar vóru í síðstu øld. Og nú bara innanfyri eitt hálvt ár hava vit havt tveir supermánar á bíbilskum høgtíðum? Roynir Gud ikki at gera okkum var við at nú er nakað í ferð vit at henda? Haldi at mannaættin er komin í eina sera alvarligari tíð har øll vera sett uppá valg.
Heimasíðan hjá Nasa sum hevur rokna út at hesi serligu tekin í Sól og Mána sum vit hava havt í 2014 og 2015 einans hava veri 3. ferðir áður í tveytúsund ár.
Tvær av hesum vóru í tí fyrsta ára hundraðnum. Tann fyrsta í árinum 32 og 33 og tann næsta setti var í árinum 70 og 71 í okkara tíðarrokning.
Hendi nakað hesa árini av Gud profetisku ætlan? Amos hevði profetera 750 ár frammanundan um at ein ???ávísan dag??? í framtíðini skuldi Gud lata Sólina ganga undir um middagin: Amos 8:9 Tann dag - sigur **Harrin HARRIN** - skal Eg lata *sólina* ???ganga undir um middagin??? og ???gera myrkt á jørðini um alljósan dag??? Vit kenna søguna um tað sum hendi hendan dagin, har Guds Messias opnaði vegin hjá mannasálum til tað himmalska og gjørdi Fúrstan í hesum heimi til skammar.
Tað er skjótt ???tveir dagar??? tveytúsund ár síðan at Hesin fór aftur á Stað Sín í fylgi Hósea 6. og brøður og systrar Hansara í ???holdinum??? eru aftur í landinum smbr. Mika 5:2 og ???triði dagurin??? stendur beint fyri framman har tey (jødin) skal síggja Hann, andlit til andlit. Hetta er tíðin har Sátan er bundin í avgrundini í 1000 ár. og vit skulu ráða saman við Kristi í 1000 ár. Opb 20.
Men enn er tað ikki hent og myrkursins harri gongur runt sum brølandi leyva tí tíð hansara er ógvuliga stutt.
Tað ???tannleysa??? snork sovandi ???kristna??? Evropa hevur mist sínar ???Jeriko múrar??? og fíggindin streymar inn í Evropeisku londini við sínum ???muslimska avkomi??? og ikki kunnu vit vanta at hesir fløttar vera til signing har tey koma.
Tá jødiska fólki fall frá Gudi lat Gud fíggindarnar søkja at fólkinum fyri at fáa fólki at venda við til Sín. Sama myndin vísur seg nú har somu etnisku fíggindar Ísraels upp ígjøgnum allar tíðir, nú floyma inn í Evropeisku londini fyri at ???taka??? hesi lond. ??rslitið verur uttan iva trongd, atsøknir og skakan sum vit ikki hava uppliva áður. Vit mugu biðja fyri Evropa at menniskjuni mugu vakna og venda um.
Lat okkum hava ???olju á lampuni??? og vera ???hyggin??? og standa í bøn fyri okkara tjóð so vit kunnu vera spard og klár at møta skapara okkara.
Undir myndum í bólkinum Vinarfelagi Føroyar Ísrael kunnu tit finna ymiskar myndir av mána og sólarmyrkingum frá Nasa og øðrum keldum.
Shalom jakup
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald