SÍ Sørvágs Ítróttafelag skrivar á Facebook: Í dag tóku vit ímóti Mjølnir. Vit vóru klárar at geva alt, tí hetta var ein týdningarmikil dystur, sum bara skuldi vinnast.
Dysturin bleiv settur í gongd og inni byrjaðu: Vivian, Annika, Eyðvør, Maria, Hervør, Helga og Sissal. Á bonkinum vóru Tórfríð, Margreta og Mona.
Í fyrsta setti fylgdust liðini upp til 8-8, men við góðum spæli fara vit framum og vinna settið 25-14. Tá støðan er 20-12 ger venjarin eina útskifting, Mona kemur inn fyri Vivian. Hon kom gott inn og hevði super móttøkur.
Í øðrum setti er uppstillingin tann sama sum í fyrsta. Vit leggja hart út, koma fram um 11-4. Vit spæla væl og geisturin er góður. Margreta kemur inn fyri Vivian. Hetta er fyrsti dystur hjá henni í ár og kláraði hon seg sera væl. Seinni kom Mona inn og helt á fram við sínum góða spæli. Vit vinna settið heili 25-10.
Í triðja settið byrjar Tórfríð inni fyri Eyðvør. Vit kempaðu væl, róptu nógv, vóru agressivar í álopinum og spæla sum eitt lið. Vit vinna setti 25-17.
Vit vóru omaná ígjøgnum allan dystin, geisturin var góður, vit høvdu tað stuttligt og kempaðu væl. Við einum góðum liðavrikið í dag vinna vit dystin 3-0.????????
Í morgin kl. 13.00 spæla vit toppdyst í Havn. Ein sera týdningarmikil dystur at vinna um vit vilja verða í toppinum. So komi øll ein biltúr til havnar og heppa á okkum. Vit hava brúk fyri tykkara stuðli!!!
Skriva hevur: Sissal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald