Ítróttur

SÍ og Fleyr møtast í morgin

...

2016-01-02 01:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nýggjasta liðið í bestu mansdeildini í flogbólti kláraði at spæla seg úr bólkaspælinum og í hálvfinaluna í steypakappingini

Tað hendi, tí Ternan av Toftum, vann ein av tveimum dystum í bólki 1, har liðið endaði á øðrum plássi aftanfyri SÍ úr Sørvági. Og tað var um reppið, at nýggja liðið endaði ovast í bólkinum.

Seinasti dysturin í bólkinum var júst millum hesi bæði liðini, og endaði hann við sigri til sørvingar. Men ikki fyrr enn liðini høvdu leikt fimm rættiliga jøvn og spennandi sett. Tá avtornaði vann SÍ dystin 3-2 og bólkin við fimm stigum móti teimum fýra, sum Ternan fekk.

ÍF og Fleyr A koma úr bólki 2, har ÍF, á sama hátt sum SÍ vann sinar báðar dystir, tann móti Fleyr B 3-0 og tann móti Fleyr A 3-2.

Tí eru hálvfinalurnar hjá monnum skipaðar soleiðis, at SÍ og Fleyr spæla ta fyrru hálvfinaluna í morgin klokkan 15, og, klokkan 17, ella tá fyrri dysturin er liðugur, spæla ÍF og Ternan. Sambært skránni er tað.

Tað vil í grundini siga, at finalan hjá monnum kann enda við einari endurtøku av dystinum frá í fjør, tá ÍF og SÍ spældu steypafinalu. Um tað verður til tað, má tíðin vísa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder