2016-01-02 23:05
Eftir tryggan 3-0 sigur í hálvfinaluni móti Fleyr í Høllini á Hálsi, hevur mansliðið hjá SÍ í flogbólti í dag tryggja sær plássið í steypafinaluni 20. februar.
Tað var ongantíð ivi um hvat lið fór at vinna, eftir at liðini í fyrsta settið fylgdust upp á umleið 10-10 - eftir hetta var liðið úr Sørvági klárt tað betra.
Settini endaðu 25-19, 25-16 og 25-15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald