2016-01-02 23:02
SÍ-kvinnurnar vunnu hálvfinaludystin á TB, SÍ vann 3-1, TB vann fyrsta sett og síðan vann SÍ trý tey næstu settini - 25-19, 19-25, 18-25 og 19.25.
SÍ hevur harvið spælt seg í finaluna, sum verður um miðjan februar.
Dystirnir varð leiktur í høllini á Hálsi, sum er riggað til júst sum hon plagar, tá steypafinalurnar eru. Tað vil siga, at leikararnir sum koma í finaluna eftir dystirnar í dag hava fingið royndir at spæla á serliga taraflexgólvinum, sum eisini verður brúkt, tá steypafinalan verður tann 20. februar.
Hin hálvfinalan hjá kvinnum verður kl. 19 í kvøld, tá ið KÍF og Fleyr bresta saman
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald