Ítróttur

SÍ hevur 10 landsliðsleikararleikarar á U17

...

2016-10-13 15:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

U17-flogbólts landsliðuðni hjá kvinnum og monnum skula í døgunum 17. ??? 20. oktober umboða Føroyar í NEVZA-kapping, sum verður í Ikast.

Ikki kann sigast annað enn at SÍ er væl umboða á báðum liðum, við tilsamans 10 leikarum.

Á mans landsliðinum eigur SÍ 6 leikarar: Julian Niclasen, Oskar í Haraldstovu Weihe, Oddur í Haraldstovu Petersen, Jón Weihe Simonsen, Ragnar Weihe, Hjørtur Joensen.

Mótstøðuliðini í bólkaspælinum hjá mans landsliðinum verða Ongland, Danmark, og Noreg.

Á kvinnu landsliðinum eigur SÍ fýra leikarar: Tórunn Kruse, Inga Helena Henriksen, Mona S. Poulsen, Sissal Ellefdóttir

Kvinnulandsliðið er í bólki saman við Onglandi, Danmark, og Finnlandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder