Fleyrkapping var hjá teimum eldru í gjár. SÍ hevði 3 lið við í kappingini: Eik ligan kvinnur, Eik ligan menn og 1 deild menn.
Eik ligan kvinnur vóru í bólki saman við Fleyr og ÍF. Tær vunnu báðar dystirnar 2-0, og skuldu tí møta nr. 2 í hinum bólkinum sum var TB. Hetta var ein spennandi semifinala, sum endaði 2-1 til SÍ. Í finaluni møttu tær Fleyr, sum tær fyrr á degnum vunnu 2-0. Men hendan dystin gekk tað ikki. Fleyr vóru væl betri enn tann fyrra dystin, og SÍ spældi heldur ikki teirra besta henda dystin. Vit tordu ikki ordiliga at sláa til bóltin og blokkurin stóð ikki líka væl sum fyrra dystin, hetta ávirkaði verjuspæli. Sigast skal eisini, at ein góður áleypari hjá okkum,Helga Guttesen, ikki kundi verða við til finaluna, og tað gjørdi eisini sítt til, at tær ikki vunnu líka nógv í álopinum. Dysturin endaði 2-0 til Fleyr og kvinnurnar hjá SÍ gjørdust sostatt nr. 2 í Fleyrkappingini hesaferð.
Hjá Eik ligan monnum vóru bert 3 lið, SÍ, Fleyr og ÍF. SÍ spældi fyrsta dyst ímóti Fleyr, hetta var ein sera spennandi dystur við góðum aggresiviteti, har menn kempaðu í gólvinum á báðum síðum. Dysturin endaði 3-2 til SÍ, har 5. settið endaði 15-13 til SÍ, so sigast kann, at har var øgiligur spenningur í.smile emoticonMenninir vunnu dystin ímóti ÍF 3-0, og gjørdust tí vinnarir av Fleyrkappingini.
1. deild menn spældu seg eisini í finaluna. Tað var sera javnt um gullið. Í 1. setti hevði SÍ tveir settbóltar, men Fleyr fekk kempa seg uppá 26-24 og vann tí fyrsta setti. Næsta settið var líka javnt og endaði 25-23, eisini til Fleyr. So endin var tann at Fleyr fór avstað við gullinum og okkara menn fingu eitt 2. pláss í Fleyrkappingini.
SÍ er sera væl nøgd við hesi úrslit. ??tfrá hesari kapping síggja vit út til at liggja sera væl fyri - tað verður spennandi at fylgja við okkara liðum í landskappingini. Kappingin verður skotin í gongd komandi vikuskifið, meira um hetta seinni, tað skrivar SÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald