Ítróttur

SÍ er við í níggju av tíggju finalum

...

2016-02-19 18:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin fara sørvingar í hópatali til Havnar at stuðla flogbóltsliðunum báðum, tá tey fara at spæla steypafinalu.

SÍ er í tí góðu støðu, at felagið hevur megnað at fáa bæði mans- og kvinnuliðið við í steypafinalurnar, og ein teirra sum fegnast um tað avrikið, er borgarstjórin í bygdini.

Sune Jacobsen var sjálvur aktivur í felagnum, tá grundin undir felagnum, sum vit kenna tað í dag varð løgd, og hann fegnast um, at tað hevur borið til at halda fast í ta góðu menning, sum felagið hevur havt.

- SÍ hevur stóran týdning fyri Sørvág. Vit eru eisini partur av fótbóltssamtakinum her vesturi, men í lokalum ítróttarhøpi er SÍ tað, sum myndar Sørvág úteftir. Tí eru vit sjálvandi errin av, at bæði vaksnamannaliðini eru við í finalunum leygardagin.

Men tey vaksnu eru ikki tey einastu hjá SÍ, sum klára seg væl. Ungdómsdeildin er so væl koyrandi í løtuni, at felagið hevur lið við í sjey av átta finalum í yngru deilldunum, sum tær flestu verða leiktar sunnudagin.

SÍ er umboðað í G12, G14, G16, MU D12, D14 og í D16. Tað vil siga, at felagið hevur lið við í øllum ungdómsfinalum uttan hjá kvinnu-unglingunum.

Samanlagt merkir tað, at SÍ eigur eitt av liðunum í níggju av tíggju steypafinalum í flogbólti um vikuskifti. Tað er borgarstjórin sera errin av.

- Tað sigur seg sjálvt. Men tað vísir eisini, hvussu nógv orka verður løgd í ungdómsarbeiðið her vesturi. Tað byrjaði fyri nógvum árum síðan og felagið hevur megnað at hildið fast á tí økinum. Og úrslitið síggja vit nú, sigur Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági.

Tí er hetta vikuskiftið í Sørvági nakað heilt fyri seg, og har verður gjørt nógv burturúr.

Tað byrjar fyrrapartin leygardagin, tá skipað verður fyri morgunmati í skúlanum, sum kommunan bjóðar til.

Eisini verður skipað fyri andlitsmáling og eisini sleppa fjeppararnir at keypa sær troyggjur, sum tey kunnu vera í til finalurnar. Tíðliga seinnapartin leggur allur fjepparahópurin leiðina til Havnar við felagsbussi - ella bussum, tí longu nú er greitt, at undirtøkan verður góð.

Gongur eftir vild, verður ivaleyst skipað fyri onkrum tiltaki leygarkvøldið fyri at heiðra leikararnar, men tá sunnudagurin kemur, fara sørvingar aftur í hópatali til Havnar at koyra á tey ungu í steypafinaluni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder