2016-03-11 23:13
Trongisvágur:
Eftir at Fleyr hevði vunnið fyrstu finaluna (D 14), vóru Sørvingar klári til tað næstu - nú skuldi tað verða!
Mótstøðuliðið var Fleyr, sum SÍ tapti ímóti í steypafinaluni.
SÍ kom væl frá byrjan og vann fyrsta settið 25-19, meðan næsta settið varð vunnið við settmuninum 25-21. SÍ var frammanfyri alt settið og Fleyr megnaði ongantíð rættuliga at hótta SÍ.
Byrjanin í triðja settið var meira jøvn, men um hálvrunnið sett sást, at SÍ hevði tamarhald á dystinum, og fór at vinna triðja settið eisini ??? og so var!
Settið endaði eins og tað fyrsta 25 ??? 19.
SÍ vann harvið dystin 3 ??? 0 og er Føroyameistari í mansunglingum í 2016.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald