Vinna

Sheep View vunnið tvær altjóða virðislønir á Epica Awards

...

2016-11-17 23:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sheep View kampanjan, sum Sansir, Liquidminds og Kovboyfilm gjørdu fyri Visit Faroe Islands og Atlantic Airways, hevur í kvøld vunnið tvær altjóða virðislønir á stórafingna Epica Awards í Amsterdam.

Í kapping við nærum 4000 aðrar kampanjur úr 70 londum, hevur altjóða dómsnevndin í Epica Awards heiðrað føroysku Sheep View kampanjuni við tveimum silvur virðislønum.

Í stuttum snúði Sheep View seg um at vísa Føroyar fyri øllum heiminum. Av tí at Google Street View ikki finst í Føroyum, vórðu myndatól við sólpanelum og eini fartelefon fest á seyð ymsastaðni í Føroyum. Á tann hátt kundu fólk í øllum heiminum fylgja við og fáa livandi myndir av okkara vøkru oyggjum.

Kampanjan fekk ómetaliga nógv uppmerksemi, og Sheep View og Føroyar vórðu umrødd í øllum heimsins miðlum, millum annað CNN, BBC, Sky News, The Guardian, Al Jazeera og øðrum.

Stjórin á Visit Faroe Islands, Guðrið Højgaard, hevur áður víst á, at tá Google Street View ikki vildi koma til Føroya, máttu Føroyar gerast sjónligar fyri heiminum á annan hátt. Tí var hugskotið um Sheep View genialt.

At enda mátti eisini Google geva seg. Bert seks vikur seinni komu fólk frá Google til Føroya við myndatólum og útgerð, soleiðis at vit nú kunnu gera okkara egna Google Street View.

- Tað snúði seg um at skapa eitt átak og eina søgu, sum var so annarleiðis, at tað kundi fáa uppmerksemi í altjóða miðlum. Vit eru tó ovfarin av, at kampanjan hevur rokkið so langt og hevur fingið yvir 2 milliardir vísingar, sigur Tór Verland Johansen, kundastjóri á Sansum.

Sheep View varð fyrr í ár kosið ársins átak á Vinnudegnum. Tað eru Sansir, Liquidminds, og Kovboyfilm, sum saman við Visit Faroe Islands og Atlantic Airways, hava gjørt Sheep View kampanjuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder