Niðanfyri er eitt lívligt sjónbandalag um Rosh Hashanah, sum uttan iva far smílið fram.
http://www.aish.com/h/hh/video/Get-Clarity-Aishcoms-Rosh-Hashanah-Music-Video.htmlÍmyndi mær, atPaulus líktist júst hasum við gittarinum...
Rosh Hashanah merkir hægsti- ella størsti dagurin í árinum, (Rosh merkjur høvd), og tað er nýggjárs dagur hjá tí jødisku tjóðini. Hetta er eisini dagurin í skaparverkið fyllur ár og eftir tí, sum tann Rabinski jødadómurin sigur, so eru tað 5775 ár, síðan Adam bleiv settur inn í Edens hava. Aðrar keldur siga, at skaparverkið er farin um tey 6000 árini, og at rabinskir leiðarar hava verði inni og stytt kalendaran við tilsamans 240 árum.
Nógvar hendingar verða knýttar til Rosh Hashanah, m.a er hetta dagurin, ið Abraham skuldi ofra son sín Ísak á Moria fjallinum í Jerusalem. 2000 ár seinni læt sonur Guðs seg negla á ein kross á sama fjallinum í Jerusalem á Høgtíðini Pesac.
Dagurin er eisini fyrsti dagurin í tí 7. mánaðinum í tí bíbilska kalendaranum. Nýggjársdagurin bleiv broyttur frá 1. Nisan (svarandi til apríl í okkara kalendara) til 1. Tishri (svarandi til Sept/Okt í okkara kalendara) aftaná útlegdina í Bábylon.
T.d blivu allir frumbornu synir Egyptalands gravsettir á tí fyrstu páskahøgtíðini (Pesac) tann 14. dagin í mánaðinum Nisan. 1500 ár seinni sama dag var Jesus, Guðs frumborni sonur eisini lagdur í eina grøv í Jerusalem beint fyri sabbatin í byrjaði kl 18.00. Tann 15. Nisan, t.v.s aftaná kl 18.00 sama dag, ið Jesus er krossfestur, doyr og verður lagdur í grøv, byrjar høgtíðin hina ?????súrgaðu breyða??? sum varar í eina viku. Henda høgtíðin merkir ???ævig reinsan???.
Dagurin Rosh Hashanah hevur eisini annan bíbilskan týdning. 1. dagin í 7. mánaðinum skuldu jødarnir (samkoman) halda halgistevnuna Yom Teruah ella umsett Lúðrablástrardagin sambært 3 Mós. Kap 23 vers 24. Sami kapittul áleggur jødunum 10 dagar seinni at halda halgistevnu sum kallast Yom Kippur, og fimm dagar seinni tann 15. Tishri er síðsta halgistevnan, sum kallast Sukkot ella Leyvsalahøgtíðin. Hendan varar eisini í eina viku og merkir ???ævig gleði???.
So høgtíðir Guðs byrja við einum degi, sum kallast Pesac/Páskir har eitt lamb verður dripið (10 sálir pr. lamb). Í tí gamla sáttmálanum bleiv syndin hjá hvørjum einstøkum útsett enn eitt ár
Í tí nýggja sáttmálanum (Jerimia 31:31) uppfylgdi Jesus hesa høgtíðina og tók burt synd heimsins og hvíldi frá verkinum á sabattinum í eini grøv tætt við Golgata. So Jesus gav við fyrstu komu síni æviga reinsan og við seinnu komu síni æviga gleði.
Jesus, sum vit vita er Messias, hevur uppfylgt 4 av teimum 7 høgtíðunum, sum standa í 3. Mós kap 23. Eisini uppfyllur hann yvir 300 profetiir við síni fyrstu komu, og dagin Jesus verður krossfestur og doyr uppfyllir hann 29 profetir. Hann kemur eisini at uppfylla tær síðstu tríggjar halgistevnurnar, ið Guð hevur ásett við síni seinnu komu, og tað eru hópin av profetium og skuggamyndum um seinnu komu Hansara.
Guðs høgtíðir eru ???simileringar??? av frelsuætlanini, ið Guð sjálvur skuldi útinna í heiminum (her er talan um Guð faðirisins ???útstrekta arm???, sum er Sonurin). ??rslitið higartil er, at Jesus Kristus hevur opnað vegin hjá menniskjum aftur til Guð, har vit fáa lut í ævigari reinsan í blóði Hansara.
Søgan endar við, at tá Jesus hevur uppfylgt tær síðstu tríggjar høgtíðirnar, tá liva tey, sum valdu Jesus, í ævigari gleði í nýggjum likamum í tí nýggja heiminum, (Ríkið, sum vit dagliga biðja um skal koma í "Faðir Vár"). Í Opb.21:1-8. lesa vit, at Guð aftur skuldi tjalda saman við menniskjunum, eins og han gjørdi í Edens hava.
Rosh Hashanah ella Yom Teruah (lúðrablástrar dagurin), ið høgtíðin kallast, hevur eisini onnur nøvn og týdningar.
??? Um vit taka nøvnini fyrst, so kunnu vit nevna. Yom HaDin/ Dómadagur/Harrans dagur/Bøkur verða latnar upp/Portur verða upplatin/Minningardagur. Stórt tal av skriftstøðum finnast í Gamla- og Nýggja Testamentinum, sum kunnu gera sjónligt skugga myndir um hesi evni.
??? Yom HaKeseh (Hin goymdi dagurin/vit kenna ikki dagin og tíman/sum tjóður á nátt) Hetta íkom, tá jødarnir í 70 ár vóru í Bábylon. Teir, sum vóru eftir í Jerusalem, skuldu geva boð um, nær høgtíðin, Yom Teruah, skuldi haldast (mána tendring). Tað bleiv glaða yvir fjøllini frá Jerusalem og yvir til Bábylon (eins og hjá okkum, tá grind var í gomlum døgum). Teir megnaðu ikki at halda høgtíðina innanfyri ein dag, og tí bleiv hon hildin innanfyri 2 døgn, og tveir dagar blivu til ein langan dag. Tí kundu teir ikki siga, í hvørjum døgni høgtíðin bleiv hildin í, og tí kom úttrykkið hin goymdi dagurin og vit kenna ikki dagin.
??? Ha Kiddushin/Nesuin (Vígsludagurin hjá Messias) Um tú eisini í dag spyrt ein religiøsan jøda, um nær hann skal giftast, so er ofta standard svarið???eg veit ikki, men pápi veit???.Tá tann jødiska vígslan nærkaðist kendi eisini brúðurin dagin, men hvørja tíð á degnum brúðgómurin kom var óvissan um. Tað er, sum við barnakonu, ein dagur verður ásettur, men tað eru styrkin- og títleikin á verkunum, sum geva ábending á, nær føðingin fer í gongd, og barnið verður føtt.
??? Ha Melech (Tá Messias verður krýndur) Tá ið David, ???seyðahirði úr Betlehem???, varð salvaður til kong, so bleiv hann ikki kongur beinanvegin. David gevur nógvar skuggamyndir av hesun konginum í koma skal (og sum hann sjálvur umtalar sum sín Harra í Sálm 110:1 Matt 22:42-45). David skuldi ígjøgnum nógvar roynslur, áðrenn hann formelt bleiv kongur í Ísrael. Eisini mátti hann taka ???høvdið??? (leiðsluna) av Goliat, sum er ein skuggamynd av ???antikristus???. Eisini kemur Jesus endaliga at taka valdið frá fúrstanum í hesum heimi við seinnu komu síni . Tá er 1. Mós 3:15 uppfylgt til fulnar har høvur slangunar er morlað og knúst.
??? Lúðrablástur er tengdur at, tá Jesus kemur aftur, tí at sjálvur Harrin skal stíga niður av himni við kallandi rópi, við høvuðseingils rødd og við Guðs básúnu, og tey, sum eru deyð í Kristi, skulu fyrst rísa upp; síðan skulu vit, sum liva, sum verða eftir, saman við teimum verða rykt burtur á skýggjum til fundar við Harran í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum. 1.Tess. 4:16,17. So Yom Teruah/lúðrablástrar dagurin vísir eisini eina skuggamynd av at verða ???tann stóri vekjarin, tann síðsti lúðurin/Tann stóra vekingin, tá tey, sum í grøvini sova, skulu vekjast."
L???Shana Tova (Gott Nýggjár)
Jákup S. Joensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald