JN

Seyðurin á Búnaðarstovuni er betri fyri í ár enn í fjør

...

2015-02-14 02:34 Author image
placeholder

Mikudagin 11. februar 2015 skannaðu og vigaðu vit áseyðin í Heygshaga ??? tilsamans 180 ær. Skanningin vísti, at 174 ær eru kvidnar, og av teimum ganga 31 við tveimum lombum. Vert er at leggja til merkis, at næstan allir gjólingarnir eru kvidnir.

??rnar eru væl betri fyri í ár enn í fjør. Miðalvektin í ár er 43,6 kg móti 41,5 kg í fjør. Havast skal tó í huga, at í ár vigaðu vit 8 dagar fyrr enn í fjør. Men tølini vísa, at seyður eftir øllum at døma tolir væl betri ein vetur við kulda og kava sum í ár enn ein við ongum kava, men stormi og regni sum í fjør.

Vit hava ongan seyð mist í vetur. Seyðurin hevur einki fingið uttan tær á Hvilvt, sum hava fingið nakað av hoyggj, meðan kavi hevur ligið.

Sí myndina niðanfyri.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder