Í dag hevur tað verið seyðasýning í Sandavági. Sýnsmennirnir komu úr Vágum, teir vóru: Ellef Ellefsen, Arnjohn Hvítklett og Kjeld Nattestad, til skrivara høvdu teir Suna Johansen.
Allir hagapartarnir vóru við til sýningina, íalt vóru 101 seyðir sýndir. 6 av teimum fingu 1. premiu, fleiri fingu 2. premiu og fleiri fingu 3. premiu, so vórðu tað eisini nakrir, sum onga premiu fingu.
Samanlagt vann Eyðanstovuhagin - úrslitini vóru hesi:
1. Eyðanstovuhagin 16,25
2. Giljar 15,2
3. Reyn 14
Vakrasti seyður kom úr Syðraseyð, hann átti Elias Christoffersen, nr. 2 kom av Oyrargjógv, hann átti Allan Nielsen og nr. 3 var úr Giljum, hann átti Jón Nielsen.
Giljahagi hevði einasta fremmanda seyðin, sum var til sýning, hann fekk 1. premiu, tað var Albert Thomassen, sum átti tann seyðin, seyðurin var úr Norðaraleiti í Miðvági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald