Leygardagin, 7. november 2015 var seyðasýning í Kvívík.
Sýnarar vóru: Bjørn Kalsø, Eyðun Eliassen, Markus í Nornastovu og Hallur Syderbø.
Luttakandi hagar vóru:
·Niðristova v/Tummas (Tommy) í Niðristovu í Vestmanna,
·??tihagi v/Dánjal Petur Müller Kvívík,
·Norðihagi við Karstin Wang Kvívík,
·Ognarhagin v/Niklas Joensen Kvívík,
·Frammihagi við Hans Martin og ??ssur Andreassen Kvívík.
Besti hagi gjørdist Frammihagi, nummar 2 var Nidristova í Vestmanna, og 3 var Ognarhagin.
Vakrastu veðragjólingar:
·Nr. 1, úr Frammihaga, eigari Bartal Andreassen,
·Nr. 2, úr Frammihaga, eigari Krisjan Martin Kjærbo
·Nr. 3, úr Frammihaga, eigari ??ssur Andreassen (yngri)
Vakrastu veðrar:
·Nr. 1, úr Niðristovu í Vestamanna, eigari Magnus í Niðristovu
·Nr. 2, úr Frammihaga, eigari ??ssur Andreassen (yngri)
·Nr. 3, úr Ognarhaganum, eigari Per Joensen
Ein eldri veðrur luttók og eigari av honum var Krisjan Martin í Niðristovu.
Stuðlað sýningini høvdu Eikbanki og Trygd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald