Ítróttur

Seyðamansrenningin á triðja sinni

...

2015-07-08 04:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Aftur í ár verður skipað fyri sonevndu Seyðamansrenningini á Vestanstevnu.

Renningin verður sunnudagin 12. juli 2015. Runnið ella gingið verður eftir rutuni, sum Seyðamaðurin á Sondum á sinni rann undan Huldukonuni. Norðan av Fjøllum við Fjallavatn og at kirkjugarðsportrinum í Sandavági.

Reglurnar eru sera einfaldar. ??ll kunnu luttaka, og tann, sum fyrstur er á mál, hevur vunnið.

Undanfarnar Vestanstevnur hava fólk meldað til bæði sum kapping og sum hugnaligan gongutúr í vakra umhvørvinum í Vágum. Somu møguleikar verða eisini í ár.

Luttakararnir verða fluttir við Tyrlu hjá Atlantic Airways úr Vatnsoyrum norður til Fjallavatn. Tyrlan flýgur úr Vatnsoyrum kl. 15.30 norð á Fjallavatn. Sjálv renningin byrjar kl. 16.00

Tilmeldingin fer fram við at skráseta seg og gjalda kr. 150,- gjøgnum ASKUR skipanina á heimasíðu Sandavágs Ítróttarfelags www.sif.fo

Í vinstra spalta á sif.fo stendur Vestanstevnan 2015 trýst har og tilmelda.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder