Vinna

SEV: Brek á háspenninginum lækkað 92 prosent eftir 25 árum

...

2015-01-30 20:30 Author image
placeholder

Í frágreiðing um streymslitini í januar sæst, at brekini á háspenninginum eru lækkað 92 prosent eftir 25 árum. SEV harmast eisini um, at elfelagið sjálvt var atvoldin til tvey av streymslitunum í januar


SEV hevur nú skrivað frágreiðing um streymslitini í januar, sum vóru óvanliga nógv í tali eftir stuttari tíð. Elfelagið harmast stórliga um tey seks streymslitini í januar, har SEV sjálvt var atvoldin til tvey av teimum, tí mistøk vóru gjørd. Í tveimum førum, sum ávirkaðu kundarnar mest, var ódnarveður orsøk til streymslitini. Í einum føri var orsøkin skeiv stilling í aggregati, og í einum føri var orsøkin, at ein gravkúgv gróv ein 20 kV kaðal av í Húsahaga, og her var arbeiðstakarin sostatt atvoldin til streymslitið.


Í frágreiðingini sæst eisini, at talið av brekum er minkað 92 prosent eftir 25 árum. Í 1989 vóru 197 brek staðfest á háspenninginum, og hetta talið var 18 í 2013 og 16 í 2014. Havast skal í huga, at øll brek ikki eru tað sama sum umfatandi streymslit, men hvørja ferð brek er á háspenninginum, verða ein ella fleiri kundar órógvaðir.


Miðvísa arbeiðið at styrkja føroysku elskipanina fór í gongd eftir jólaódnina 1988, tá ið SEV avgjørdi at kaðalleggja netið og taka linjur niður fyri at sleppa undan trupulleikum av ódnarveðri. SEV vil halda miðvísu ætlanina um áhaldandi at minka talið av streymslitum og brekum á háspenninginum. SEV hevur eina nullhugsjón ??? t.e. at hesi tøl skulu minkast niður í einki. Tó so veruleikin kann vera ein annar, eins og vit hava verið vitni til í januar, stendur í frágreiðingini. Nullhugsjónin hjálpir kortini elfelagnum støðugt at halda brekum og streymslitum á so lágum stigi sum gjørligt.


Elfelagið hevur eisini alsamt ment stýrisskipanir og dagligu umsjónina við framleiðslu og neti farnu árini. Harumframt verða bygningar, framleiðslueindir og net áhaldandi hildin við líka og dagførd, til tess at SEV alla tíðina skal vera framman fyri elorkutørvin. Í løtuni fara nógvar útbyggingar, umbyggingar og dagføringar fram í royndunum at styrkja føroyska elkervið.


Ein liður í hesum er, at tað altíð verða fleiri streymleiðingar til einstøku økini, og harvið verður skipanin betur før fyri at gera skjótar umkoplingar, tá ið møgulig brek eru á elkervinum, soleiðis at streymveitingin í slíkum støðum fæst skjótari í rættlag aftur. Harvið ber eisini til at rætta brekini uttan at nerva kundarnar. Samstundis skal alsamt meira elorka frá varandi orkukeldum fáast inn á netið næstu árini, tí ætlanin er, at í 2030 skal øll elorkan m.a. stava frá vatni, vindi og sjóvarfalli.


SEV tekur við nullhugsjónini streymslit og brek á háspenninginum í størsta álvara, og vónandi lýsir henda frágreiðing umstøðurnar kring seinastu streymslitini. Í frágreiðingini verður greitt frá einstøku hendingunum umframt átøkum í kjalarvørrinum á streymslitunum í januar. Les frágreiðingina her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder