Politikkur

Seta fleiri serlæknar

...

2016-09-30 17:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fíggjarlógaruppskotið: Fleiri serlæknar setast

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017, eru fimm mió. krónur settar av til at seta fleiri serlæknar í starv.

Víst verður javnan á, at føroyska sjúkrahúsverkið tørvar fleiri serlæknar. Í Menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið, ið varð handað landsstýriskvinnuni í Heilsu- og innlendismálum fyri summarfrítíðina verður víst á, at føroyska sjúkrahúsverkið neyvan er burðardygt uttan so at fleiri serlæknar verða settir í føst størv.

Samstundis verður í Menningarætlanini víst á, at ein serlækni í sjálvum sær er ikki nóg mikið at røkja eina sergrein. Onnur heilsustarvsfólk skulu eisini setast í starv. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur í viðmerking:

- Vit í samgonguni gjørdu longu í vár avtalu um, at fáa til vega eina serstaka ???pulju??? til at fáa mannað fleiri sergreinar á sjúkrahúsunum. Í uppskotinum til fíggjarlóg, sum nú er borin í Løgtingið, gera vit álvara av ætlanunum og skjóta upp, at fimm mió. krónur eyka verða settar av til at seta serlæknar í starv.

Miðja verður eftir at henda játtanin hækkar við fimm mió. aftrat árini 2018, 2019 og 2020 soleiðis, at tað í 2020 verða setta 20 mió. krónur av til fleiri serlæknar og onnur heilsustarvsfólk.

Heilsu- og innlendismálaráðið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder