Á sumri í 1977 upplivdu eisini føroyskir sang- og musikklærarar á NMPU (Nordisk Musikpædagogisk Union) ráðstevnu í Svøríki eitt finskt strúkiorkestur, sum bar av øllum teim luttakandi ljómliðunum úr hinum Norðurlondum.
Í 1984, tá okkara musikkskúlaskipan var við at koma fyri seg, vóru føroyskir musikkskúlaleiðarar á stevnu í Danmark, sum hevði heiti og innihald eftir gitna ungarska undangongumannin á musikkuppalingarøkinum Zoltan Kodaly. Størsta upplivingin var aftur at hoyra The Helsinki Strings. Samband fekst tá við leiðarnar, og við munandi fíggjarstuðuli frá Norðurlandahúsinum bar til at fáa hetta kanska heimsins fremsta ungdómsstrúkiorkestur til Føroya longu árið eftir. Fólk bæði í og uttan fyri Havnina vóru hugtikin, og hinvegin vóru gestirnir eisini sera vælnøgdir við ferð og uppihald her.
Musikkskúlafólk hiðani hava seinni við vitjanum á The East-Helsinki Music Institute fingið innlit í bakstøðið aftan fyri hetta framúrskarandi unglingaorkestur: Tað var ungarskføddi violinisturin Géza Szilvay, sum saman við bróður sínum Csaba Szilvay (cello) fyri góðum fjøruti árum síðan fór musikpedagogiskt til verka í finska høvuðsstaðnum, har hann sum leiðari so við og við fekk bygt upp nevnda musikkskúlastovn. Við hugsjónarligum støði í virksemi Kodalys hevur G. Szilvay har ment sín serstaka frálæruhátt, Colourstrings, har børnini umframt ta auditivu eisini fáa eina visuella tilgongd til tónleikin, við tað at nótar og streingir í læritilfarinum hava ymsar litir. Hetta mennir listarliga kenslusemi og ger innlæringina minni turrisliga enn við bara svørtum á hvítum.
Eisini í aðrar mátar er undirvísingin margbroytt, t.d. við at smábørnini eins og á Kodaly-skúlunum við solfa-undirvísing læra at syngja frá blaðnum, og at tey støðugt í sínum spæli verða vand at flyta millum tónaartir og at spæla uttanat.
Stórur dentur verður lagdur á samanspælið og ta sosialu samveruna, og tann góði trivnaðurin á skúlanum hevur eisini gjørt sítt til tað framúrskarandi úrslit ??? t.d. tað, at hópurin av finskum fiólsnillingum á altjóða støði eru fostraðir i hesum jørðildi, og meginparturin av konsertmeistarunum í finskum symfoniorkestrum eru fyrrverandi Colourstrings-næmingar. Og tó er tað so, at aðalmið skúlans er ikki tað professionella tónleikalívið, men heldur tað at geva so mongum sum gjørligt varandi lívsvirði gjøgnum tónleikin.
Fyri sítt virksemi hava brøðurnir Szilvay fingið eina røð av viðurkenningum:
1981: Riddaraordan hjá finska Lion frá forseta Finnlands, 1983: Mentanarvirðisløn Finska Lýðveldisins, 1990: Virðisløn fyri Mentanarligt Virksemi frá ungarska statinum og 1990 og 1995: Mentanarvirðisløn býarins Helsinki.
Smábørn víða úr heimi spæla saman í Norðurlandahúsinum.
Fyri góðum trimum árum síðan fór Géza Szilvay frá sum lærari við Sibelius Akademii og sum stjóri á East Helsinki Music Institute. Fingu tá góð fólk hann at halda fram við einum tríára fjarskeiði í byrjanar fiólspæli, sokallað Minifiddlers, har hann á telduskermi fyrivísir, hvussu hann arbeiðir við sínum 5-barna flokki í Helsinki og einaferð um vikuna eygleiðir og vegleiðir í samsvarandi Colourstrings undirvísing í 9 londum víða úr heimi. Føroyar eru við í hesum tiltaki, og nú 3-ára skeiðið endar í juni, hava vit átikið okkum at skipa fyri einari Minifiddlers finalu fýra dagar í næstu viku, sum endar við framførslu í Norður-landahúsinum sunnudagin 12. juni kl. 15.00.
Fólk fáa tá høvi at uppliva dr. Géza Szilvay arbeiðandi við tríatifimm 8-9 ára gomlum børnum úr Suður-Korea, Ísrael, Køln, London, Keypmannahavn, Helsinki, Laplandi og 6 javnaldrum úr Tórshavn.
Altjóða ansurin fyri hesum tiltaki er stórur, við tað at fleiri enn hálvthundrað foreldur, lærarar, stjórar, fyriskiparar og onnur áhugað koma higar at uppliva hendan forvitnisliga endabrest.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald