Føroya Fiskimannafelag: Jan Højgaard, FF-formaður, um málið við Norðingi: - Blíva vit við at góðtaka slíkt, so kunnu vit tað saman lata vera við at gera nakran sáttmála, og tá er heldur ikki brúk fyri Fiskimannafelagnum.
Seravtalurnar gerast bara glíðibreytir, sum undirgrava høvuðssáttmálan, tí vælvildin verður sjáldan afturlønt. Tí er einasta loysnin, at vit fram eftir ongantíð víkja ein tumma frá høvuðssáttmálanum. Tað er niðurstøðan hjá Jan Højgaard um stríðið um býtisprosentið hjá Norðingi.
Uppsjóvarskipið Norðingur hjá p/f Nærabergi í Klaksvík, hoyrir heima í ídnaðarbólkinum, og tí skulu teir av manningini, sum eru limir í Fiskimannafelagnum, eisini hava 27 prosent í hýru, sum sáttmálin sigur.
Tað er greiða støðan hjá Føroya Fiskimannafelag (FF).
Men kortini blívur reiðaríið við at ganga eftir einari útgingnari seravtalu fyri Slættaberg, sum Norðingur kom inn í staðin fyri.
Hetta hevur fingið Axel Hansen, nevndarlim í FF, at kæra til Vørn.
Norðingur hevur nevniliga fingið loyvi at keypa makrel og sild á almennu uppboðssøluni, hóast tað er lógarfest, at sáttmálarnir skulu haldast fyri at sleppa upp í part.
Tað sigur ???Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016.???
§ 7 í lógini ljóðar soleiðis:
???Manningar á fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum fiska makrel, norðhavssild, svartkjaft ella botnfisk í Barentshavinum, og manningar á móttøkuskipum undir føroyskum flaggi, sum taka ímóti somu fiskasløgum, skulu í 2016 lønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg.???
Axel Hansen heldur Vørn hava misrøkt sína eftirlitsskyldu við ikki at hava víst Norðingi durafjórðingin á uppboðssøluni, tí skipið heldur ikki sáttmálan við FF.
Axel Hansen, nevndarlimur í FF, hevur mótmælt, at Norðingur er sloppin at keypa sild og makrel á uppboðssølu, tí lógin fyriskrivar, at sáttmálin við FF skal haldast fyri at sleppa upp í part.
Ongin seravtala fyri Norðing
Jan Højgaard, formaður í FF, er eisini forsyndaður um støðuna, har Norðingur ikki vil fylgja sáttmálanum.
???Tað var ein feilur tá, at vit ikki hildu fast í tí, sum Slættaberg-avtalan segði, og sum eisini var fortreytin fyri at gera hana, nevniliga at hon bert skuldi galda til ársenda 2012. Men vit góðtaka sjálvandi ikki, at hon nú bara verður flutt á eitt annað skip???, sigur hann.
Seravtalan fyri Slættaberg loyvdi einum býtisprosenti á 17,5, sum er galdandi fyri veiðibólkin nótaskip. Avtalan varð gjørd í 2012, tá Slættaberg kom í flotan, og skuldi bert verða galdandi fyri tað árið. Kortini bleiv avtalan við hesum lægra býtisprosentinum brúkt, til Norðingur varð keyptur í staðin fyri Slættabeg í fjør.
Skjýtur fyrst, spyr aftaná
???At reiðarin fer út og keypir eitt skip, sum hoyrir til ein ávísan veiðibólk, fyri síðani at krevja, at skipið skal ganga undir treytirnar í einum øðrum veiðibólki, uttan nakara sum helst avtalu um hetta, tað gongur bara ikki. Slættaberg-avtalan gekk av røttum út í 2012, og nú er talan um eitt heilt annað skip. Hetta við at skjóta fyrst og spyrja aftaná, tað finna vit okkum ikki í longur???, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.
Hanus Hansen reiðari hevur fingið manningina á Norðingi at ganga við til at brúka Slættaberg-avtaluna og lønast við 17,5 prosentum í staðin fyri 27. Eisini hava hini bæði manningarfeløgini góðtikið hetta.
???So mikið fyri samanhaldið millum manningarfeløgini, men tað kostar jú hvørki maskinmeistarunum ella navigatørunum eitt oyra at skifta ímillum ídnaðarsáttmálan og nótasáttmálan, tí eykapartarnir hjá yvirmonnunum vaksa so ógvusliga við nótasáttmálanum, at teir uppviga tað, sum mist verður í vanliga manningarpartinum.???
???Men menninir á dekkinum missa eina rúgvu, 9,5 prosent. Kortini eydnast tað reiðaranum at draga teir upp á tráð við at ræða teir við, at skipið bara verður selt aftur, um tað skal koyra eftir ídnaðarsáttmálanum. Soleiðis at hótta menn til illoyalitet við at fara eftir teirra livibreyði, tað er sera, sera ódámligt???, sigur Jan Højgaard.
Sáttmálin skal haldast
???Vit kunnu heldur ikki brúka sovorðnar avtalur við einstakar manningar til nakað. Vit gera sáttmálar vegna arbeiðspláss, sum í okkara føri eru býtt millum ymiskar veiðibólkar. Vit hava ein sáttmála at halda okkum til hesum viðvíkjandi, ein sáttmála, sum Føroya Reiðarafelag, har reiðaríið hjá Norðingi eisini eru limur, skrivaði undir so seint sum í fjør.???
???Vit hava áður gjørt frávík frá høvuðssáttmálanum við seravtalum, har vit hava roynt at vísa størst møguliga vælvild, til dømis í sambandi við keyp av nýggjum skipum. Men royndirnar við seravtalunum eru so ringar, at tær verða ikki gjørdar fram eftir???.
???Í hesum førinum verður vælvildin misnýtt upp á tað grovasta, og menn verða settir upp ímóti teirra egna fakfelag. Blíva vit við at góðtaka slíkt, so kunnu vit tað saman lata vera við at gera nakran sáttmála, og tá er heldur ikki brúk fyri Fiskimannafelagnum???, staðfestir Jan Højgaard.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald