Ítróttur

Sera, sera sera gott ár hjá Miðvágs Badmintonfelag

...

2015-04-24 23:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá Miðvágs Badmintonfelag.

Í vikuskiftnum, 18.-19. apríl var FM fyri ung og børn hjá einstaklingum, á Giljanesi. Hendan kappingin, sum eydnaðist stak væl, rundaði eitt flott ár hjá MBF.

Hetta hevur verið eitt frálíkt kappingarár. Nýggir leikarir eru komnir til, sum hava roynt seg fyri fyrstu ferð í kapping, og onnur eru komin fyri bert at venja. Eisini hava vit fingið Badminton innum skúlans gátt. Fastur venjari, Andras, er settur afturat Aritra, so tað grør um gangandi fót.

Vit fara at takka foreldrum og leikarum fyri eitt gott ár. Vit takka fyri góðan stuðul bæði frá foreldrum og fyritøkum, sum stuðla felagið.

Her eru okkara placeringar í ymsu kappingunum:

GRAND PRIX

U-11: Silvur- Jósef Dánialson, Bronsa- Nóa Eyðsteinson

U-13: Bronsa- Eiler Fróðason

U-15: Gull og GPmeistari- Ari Nandi

U-17: Gull og GPmeistari- Dann Fróðason

FM 2015 EInstaklingar

U-9: Gull og Føroyameistari- Lucas Gardar, Bronsa- Áki E Næss

U-11: Silvur- Jósef Dánialson, Bronsa- Nóa Eyðsteinson

U-13: Gull og Føroyameistari- Ari Nandi

U-15: Bronsa- Sámuel Eyðsteinson

U-17: Gull og Føroyameistari- Dann Fróðason, Bronsa- Andras Dánialson

FM 2015 Í tvímansleiki

U-11: Silvur- Nóa Eyðsteinson og Jósef Dánialson, Bronsa- Trúgvi Weihe og Áron Kenson

U-13: Gull og Føroyameistari- Ari Nandi og Rúni ??ster, Bronsa- Eiler Fróðason og Marjus E Nielsen

U-13 mix: Gull og Føroyameistari- Ari Nandi og Adhya Nandi

U-15: Silvur- Árant á Mýruni og Ragnar Weihe

U-15 mix: Gull og Føroyameistari- Dann Fróðason og Sissal Thomsen

U-17: Silvur- Dann Fróðason og Andras Dánialson, Bronsa- Jóna S Poulsen og Jastrid Foldbo

FM 2015 fyri lið

U-13: Bronsa- Eiler, Silas, Fríði, Rani, Asta og Malan.

U-15/17: Gull og Føroyameistari- Dann, Árant, Ari, Andras, Jóna.

Ein av komandi døgunum, fara vit at hava eina hugnaløtu, við ábiti og spæli. Eisini er aðalfundurin á skránni í Mai. Heta verður lýst seinni.

Fróði, Hans Petur, Michael, Nicola og Bjørk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder