Vinna

Sera kalt ímillum íslendsku stjórnuna og landsstýrið

...

2019-02-04 20:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú má løgmaður taka í nakkan á Poul Michelsen

Athava góð viðurskiftið við okkara grannar er sera týdningarmikið.

Síðan Poul Michelsen gjørdist uttanríkisráharri er vorðið sera kalt ímillum íslendsku stjórnuna og landsstýrið, og sama ger seg galdandi við danska uttanríkisráðið og Poul Michelsen.

Tá Poul Michelsen fyri tíð síðan skuldi halda eina talu í Skotlandi, kom umbøn frá donsku stjørnini, um at fáa útskrift av taluni. Hetta er ongantíð hent fyrr. Sigur ikki so lítið um, hvussu lítid álit teir hava á Poul Michelsen.
Poul Michelsen segði í løgtinginum, at tá hann var á ráharra vitjan í Íslandi, fekk hann ikki so frægt sum ein kaffimunn á einari stjórnarskrivstovu og helt lítið um blíðskapin.

Alt tað eg veit um, so verða føroyingar sera væl móttiknir í Íslandi og blíðskapurin frammúr.
Um so er, at Poul Michelsen er orsøkin til kuldan og vánalig viðurskifti millum okkum og grannar okkara, so má løgmaður taka í nakkan á honum og um neyðugt at seta Poul Michelsen frá sum landsstýrismann.

Jákup Mikkelsen - Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder