Sensurur er, tá songfuglar verða kiptir, spektir ella vongskerdir, tí teir syngja í tónum, sum teimum ráðandi ikki dáma.
Løgmaður hevur ikki ampa av mátanum, sum landsstýrismaðurin í mentamálum umsitur stuðul til listafólk, har hann fleiri ferðir hevur sett til viks møguleikan hjá ungum listafólkum at fáa stuðul. Hetta er ikki sensurur, sigur løgmaður í svari til undirritaðu, sum spurdi um hann er nøgdur við framferðarháttin hjá landsstýrismanninum, og heldur tað vera í tráð við góðan fyrisitingarsið. Í svarinum lærur løgmaður okkum at: ???Sensurur er, tá ið almennur myndugleiki ikki loyvir útgávu av tilfari, fyrr enn myndugleikin hevur góðkent tilfarið.???
Rætt er, at tað er sensurur. Men, orðið sensurur fevnir munandi breiðari enn smala tulking løgmans. At sensurera er eisini at døma ella próvdøma. Tað er at siga, at hóast eitt verk lýkur øll faklig krøv, fyri at kunna fáa stuðul, so fær tað tað ikki ??? tí tað verður vigað og dømt eftir einum politiskum ella moralskum málistokki, eitt nú hjá einum landsstýrisfólki ella einari stjórn.
Eins og víst verður á í felags skrivinum frá evropiskum filmsstovum, ið siga: ???Enn einaferð uppliva vit, at politisk uppílegging í sambandi við fígging, er beinleiðis sensurur og økir eisini munandi um vandan hjá listafólki til sjálvsensur???. Evropisku filmsstovurnar ávara staðiliga ímóti hesum formi fyri sensuri, og siga, at tað kann forða føroyskum filmsverkætlanum at fáa atgongd til útlendskt samstarv og fíggjarmøguleikar, tí onnur illa vilja samstarva við eina skipan, har vandi er fyri politiskari uppílegging.
Tað kann eisini vera eitt raffinerað slag av sensuri, tá eitt Búskaparráð verður avtikið og eitt annað slag av ráðgevandi ráði kemur í staðin ??? um hetta verður gjørt, tí Búskaparráðið aftur og aftur kom við niðurstøðum, sum ikki smakkaði teimum ráðandi væl. Tað gjørdi Búskaparráðið, uttan mun til, hvør, ið sat í Tinganes. Eitt nú vístu tey á ein søguliga høgan rakstarvøkstur, sum als ikki er fíggjaður ??? tað er eina óhaldføra búskaparkós. Nýggja landsbankaráðið, ið eisini skal virka sum búskaparráð, er í størri mun samansett eftir smakinum hjá landsstýrismanninum. Vónandi varð ein kritisk rødd, ikki kipt her ??? tað fer framtíðin at vísa.
So harra løgmaður. Sensurur hevur eisini eina breiðari merking, og snýr seg ofta um at tryggja sær vald, við at stýra hvat og hvussu annars óheftar røddir sleppa til orðanna.
Við svari løgmans mugu vit bara ásanna, at listin ikki frítt sleppur at breiða út veingir sínar, og at kritiskar røddir verða spektar.
Bjørt Samuelsen
tingkvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald