Politikkur

Semja undirskrivað við Føroya Pedagogfelag

...

2014-01-16 03:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag hava fyri løtu síðani gjørt semju um at endurnýggja sáttmálarnar partanna millum. Talan er um eitt sáttmálaskeið á 2 ár ??? galdandi frá 1. oktober 2013 til 1. oktober 2015.

Tann 1. oktober 2013 hækka mánaðarlønirnar við 190 kr. og 0,9%.

Tann 1. oktober 2014 hækka mánaðarlønirnar við 1,9%.

Í semjuni hava partarnir eisini gjørt aðrar avtalur, harímillum kunnu vit nevna:

- at vaktargjøldini frá 1. oktober í 2013 verða roknað sum fast prosent av tímalønini á stig 11.

- at flokkingarmál, sum ikki eru liðug, verða avgreidd innan 1. mai í 2014.

- partarnir hava gjørt nýggjan lønarflokk til leiðarar á teimum størstu kommunalu dagstovnunum.

Umframt omanfyristandandi hava partarnir eisini gjørt avtalu um fráboðanarform og fráboðanarfreist. Í avtaluni er staðfest, at fráboðan um arbeiðssteðg, eisini samhugaarbeiðssteðg, skal verða skrivlig og latin mótpartinum minst 48 tímar frammanundan. Roknað verður frá midnátt.

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tann 15. januar 2014

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder