JN

Semja um arbeiðarasáttmálarnar

...

2016-05-07 08:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nýggju sáttmálarnir eru í gildi til 1. mai 2018.

Beint fyri midnátt fríggjakvøldið 6. mai undirskrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Hav???nar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, undir nýggjan 2-ára sáttmála.

Umframt tillagingar í sáttmálunum hevur semjan við sær eina lønarhækking á 2,65 kr hin 1. mai 2016 og á 2,60 kr hin 1. mai 2017. Harafturat verður 11-ára starvsaldur settur inn 1. mai 2017. Hesar hækkingar svara til ein karm á 2,2 % fyrra árið og 2,3 % seinna árið.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder