Ítróttur

Semifinala á Valloyruni í kvøld

...

2015-06-22 21:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld verður semifinalan millum 07 Vestur og NSÍ í steypakappingini hjá dreingum 18. Eftir stigatalvuni í landskappingini, so verður tað ikki ein løtt uppgáva hjá 07 Vestur, tá NSÍ vitjar i kvøld. NSÍ er fremst í deildini, og hava einki stig mist í ár, teir hava tí 27 stig fyri nýggju dystir. 

07 Vestur er á 8. plássið í deildini, har teir hava fingið nýggju stig útav 27 møguligum. Men liðið er bert fýra stig frá triða plássið í landskappingini, so tað kann sigast at liðini í deildini eru sera jøvn.

07 Vestur og NSÍ hava leikt tveir dystir móti hvørjum øðrum í ár, NSÍ hevur vunnið báðar dystirnar sera greitt 11-3 og 8-1. Dysturin á Valloyruni byrjar klokkan 19:30.

Hin semifinalan er millum HB og EBS/Skála.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder