Ítróttur

Selvig: Fari væntandi niður í skúla

...

2016-04-25 14:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir seinnu FM-finaluna leygardagin millum H71 og VÍF, har VÍF bleiv Føroyameistari, fingu vit orð á Nicklas Selvig.

Hvussu upplivdi tú báðar dystirnar?

Eg haldi ikki at H71 í fyrra dystinum rakti dagin, meðan vit gjørdu alt rætt. Í álopsspælinum gjørdu vit bara 5 feilir ígjøgnum allan dystin. Verjan og Niklas stóðu sera væl.

Seinnu FM-finaluna lýsir Selvig soleiðis: Vit gjørdu nakrar feilir í verjuni, men álopið gekk sera væl. Vit klaráðu at hála FM-heitið til Vestmannar eftir tveir dystir, og tað er tað sum telur.

Hvat helt tú H71 gjørdi skeift?

Eg veit ikki ordiliga um teir gjørdu nakað skeift seinnu FM-finaluna, møguliga gekk ov lang tíð hjá teimum, at taka Áka út úr spælinum í fyrra hálvleiki. Næstan alt Áki gjørdi fór í málið. Vit høvdu tær eyka bjargingarnar, sum teir ikki høvdu, tað vórðu marginalar ið avgjørdu dystin.

Tit spældu so á útivølli seinnu finaluna, men tað hoyrdist ikki so væl á áskoðaraplássunum, at tit spældu í Hoyvík.

Nei tað gjørdi tað ikki, vit hava ein lítlan bólk av áskoðarum(uml 20 persónar), sum vóru sera væl koyrandi, teir gjørdu at tað var sera góður stemmingur í høllini. So tað hoyrdist ikki at vit vóru á útivølli. Men tá so nógvir H71-áskoðarar sita so tætt við vøllin, tá kann man merkja at man spælir á útivølli. Eisini hevur H71 ein bólk av fólki, sum gjørdi at stemmingurin í høllini var sera góður.

Nú hevur tú prøva at vunnið FM bæði sum at verða nummar 1 og nummar 2 í grundspælinum, hvat er betur?

- Tað er torført at siga. Eg havi eisini prøva at tapt FM-heitið eftir at hava verið nummar 1 í grundspælinum, so eg veit hvussu H71 spælarnir føla at tapa FM-finalurnar móti okkum. Tað er eitt fantastiks følisi at vinna FM-heitið eftir at hava verið nummar 2 í grundspælinum. Eg hava tvør følisir, hyggja vit ígjøgnum alt kappingarárið, so eru vit ikki røttu vinnarnir, tí H71 hevur verið nógv betri enn vit. Men vit vórðu betri í finalunum, og tað er tað hondbólturin gongur út uppá.

Hevur tú tikið nakra avgerð um hvar tú spælir næsta ár?

- Nei tað havi eg ikki, eg havi faktist søkt inn á skúla í Danmark, men skúlin kann altíð útsetast, so eg veit ikki hvar eg spæli enn, segði Selvig við JN.fo eftir seinnu FM-finaluna leygardagin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder