Nógv hevur verið tosað um, at Jóhan á Plógv Hansen hevur valt at fara á danska landsliðið at spæla hondbólt, eftir dystin í gjár millum Føroyar og Kýpros settu vit Niklas Selvig nakrar spurningar. Selvig er dani, men hevur spælt nógv ár í Føroyum, í løtuni spælir hann í Danmar. Selvig heldur ikki at tað vera løgi hjá honum at spæla við Føroyum, sjálvt um at hann er dani.
Sí myndir og video her frá dystinum.
Hvussu er at spæla við Føroyum?
- Tað var deiligt at spæla fyri Føroyar, tað var sera góður stemningur, men úrslitið var ikki á okkara síðu, og tað var keðiligt kann man siga.
Les eisini: Kári: Tað ber ikki til at vinna tá ið man brennur so illa.
Hvussu lýsir tú dystin?
- Vit gjørdu at Kýpros hevði heimsins besta málmann, og haldi at vit brendu umleið 50% av møguleikunum (Føroyar høvdu eitt skoringsprosent uppá 38), og tá kann man ikki vinna ein dyst.
Hví brendu tit so illa?
- Vit gjørdu ikki tað vit høvdu avtalað áðrenn dystin, vit vistu at málmaðurin var sum ein sprellimaður, men vit skutu avlíkavæl har hann hevði beinini og armarnar, álopið hjá okkum var hopileyst, men verjan stóð væl, og at lata 21 mál inn er góðkent, men man ikki vinna ein dyst tá ið man bert skorar 20 mál.
Tit fingu eina flúgvandi byrjan uppá seinna hálvleik, men so steðgar alt upp, hvat hendi har?
- Eg veit ikki hvat hendi, vit høvdu yvirtakið, men so tóku teir time-out, og so steðgar alt upp fyri okkum, og vit skora ikki mál, teir koma framum 11-12, og vit komu ikki ordiliga í gongd aftur.
Sást tú bóltin inni til tað seinasta fríkastið?
- Eg hevði ongan møguleika at síggja tað, men eg hopaði tað, dómarnir søgdu at hann ikki var inni, og soleiðis er tað, segði Selvig við JN.fo eftir dysitn í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald