Vinna

Jólaheilsan úr Barentshavinum: Selur Hoydal lívsgrundarlagið undan okkum?

...

2015-12-07 19:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jólaheilsan úr Barentshavinum

Undirskriva av

Enniberg

Akraberg

Sjúrðarberg

Gadus

Selur Hoydal lívsgrundarlagið undan okkum?!

Tað ljóðar, at lívsgrundarlagið hjá okkum, sum hava fiskað í Barentshavinum, skal undir hamaran hjá Hoydal.

Vit ungu fiskimenn umborð á flakatrolarunum í dag eru 3. ættarlið, sum hava siglt, fiskað, hagreitt og røkt føroysku toskakvotuna eystanfyri, síðan Føroyar fingu sáttmála við Sovjet og Noreg fyri skjótt 40 árum síðan.

Áðrenn tað royndu manningar og trolarar undan okkum við Ísland, Grønland, Kanada og eisini í Barentshavinum til at vinna fiskimonnum, feløgum, Føroya fólki og landi inntøkur at liva av. Ein heiðurskrýnd søga.

Føroyskir saltfiska- og flakatrolarar hava hvørt ár givið minst tveimum manningum arbeiði og ársinntøku. Tað svarar til 150 - 200 arbeiðpláss á føroyskum kjøli í Barentshavinum.

Vit og okkara ???fedrar??? hava samvitskufult røkt hesi dýrt vunnu føroysku fiskirættindi eystanfyri.

Fyri at fáa raksturin hjá trolarum, manningum og útgerðarfeløgum at venda rætt á botnstrikuni hava vit fiskimenn eisini treiskast í Irmingarhavinum, við Grønland og enntá onkuntíð á Flemich Cap eftir kongafiski, svartkalva og eitt sløð av toski.

Sum við øllum fiskiskapi hevur gingið upp og niður. Mangir vilja mynstra, tá tað gongst væl, og færri, tá fiskiskapurin er lakur.

Eingin ella einki forðar einum røskum manni at fáa hýru, fyrst kanska við einum minni skipi og seinni, tá hann hevur víst sín dug, við einum størri.

Munur á sjógvi og landi

Alt tos um, at ungir menn ikki sleppa at royna seg, ???ikki sleppa framat???, í fiskivinnuni, er ósatt og ein politisk roynd at sáa illvilja móti okkara fiskivinnu.

Skiftandi fiskaprísir ávirka eisini hýrur og rakstrarúrslit upp og niður.

Fiskimenn hava altíð tikið tað súra við tí søta. Tað sama gera útgerðarmenn. Mangir teirra hava verið øvundaðir, tá tað gekst teimum væl, men fáir teirra eru farnir ríkir í grøvina.

Fyri eini 5 árum síðan vóru útróðrarbátar á landleiðini góður kjansur hjá fiskimanni at fáa. Men nú liggja summir bundnir við kei, til tað vónandi bragda afturr.

Mitt í 90-árunum gekk út av lagi hjá uppsjóvarflotanum. Nú spinnur hann gull ??? til alt Føroya fólk og vælferð hjá øllum.

Men nú skal hesin partur av flotanum eisini undir hamaran hjá Hoydal og taddast sundur, til hann verður tað bera stál uttan fisk at liva av ??? júst sum tá fiskivinnan varð politiskt stýrd í 80-árunum.

Alivinnan á sama hátt. So nýliga sum í 2005, útflutti hon bert fyri fáar 100 mió kr, nú 5 ferðir so stórt virði, 2.500 mió kr árliga, 40% av Føroya útflutningsvirði, sum landstýrið eisini ætlar at máa støðið undan - fyri landskassans skuld!.

Men nú skal landstýrið eisini revsa hana fyri góð avrik, kryvja hana niður í landskassan og drena hana fyri tann kapital, hon krevur útbyggja seg fyri og standa ímóti rakárum og bakkøstum við.

Fer Bakkafrost at gevast við ætlaðu útbyggingini?

Hví skulu fiskimenn og fólk í alivinnuni verða offur fyri politiskari øvund og trongd eftir at taka pening úr vinnuni úti um landið til almennar lønir, tænastur og atkvøðukeyp til løgtingssessir?

Hvat hava fiskimenn gjørt til at verða revsaðir og ???seldir ??? á uppboði?

??líka lættari er hjá teimum føroyingum, sum arbeiða fast við tryggari løn, serliga hjá tí almenna. Har er heitt, turt og ljóst til arbeiðis og hugnaligt heima hjá konu og børnum hvørja nátt. Tað unna vit teimum alment starvssettu væl.

Men hvussu væl unna tey politiskt vælbjargaðu í almenna geiranum okkum fiskimonnum eitt gott lív fyri okkara arbeiði?

Hevði goragangurin ikki hoyrst heilt upp í Barentshavið, um 15% av almennum arbeiðsplássum fóru undir Hamaran hjá Høgna, Aksel og Poul?

Tann føroyska kvotan í norskum og russiskum sjógvi hevur hesi skjótt 40 árini umboðað 5 ??? 10% av samlaða útflutningsvirði Føroya, sum í dagsprísum svarar til 200 - 400 mió kr í útflutningsvirði.

Vit 150 - 200 fiskimenn eystanfyri gjalda 10-tals mió kr í lands- og kommunuskatti hvørt ár, sum verður til 100-tals mió kr yvir eitt stutt áramál.

Kanska ljóðar tað ikki so nógv í oyrunum á teimum alment tryggjaðu uppi á landi, sum fáa skatt í løn. Men tey nógvu árini, tá Føroya útflutningsvirði var lágt, hevði verið soltið hjá mongum føroyingi.

??ll kreppuárini í 1990-unum bjargaðu trolararnir eystanfyri Føroyum undan enn størri neyð.

Grundarlagið rykkjast undan okkum

Nú ljóðar, at nýggja landstýrið ætlar at selja fiskakvoturnar eystanfyri, tey fyrstu 15% longu í 2016, á uppboði.

Okkara arbeiðspláss á flakatrolarunum skulu undir hamaran hjá Hoydal.

Víst er fiskurin ???ogn Føroya fólks???. Tí boyggja vit okkum fyri og gera okkara ítasta fyri at fiska og føra so stór virði til lands sum gjørligt.

Men hví boyggja politikarar og fólk á landi seg ikki fyri, at bert serkønir menn í sjólívi, skiparakstri, sigling, fiskiskapi og fiskavirking duga at veiða, framleiða og virðisøkja fiskin upp í hægsta útflutningsvirði til gagns fyri fólk og land?

Nakrir heilt fáir menn klára at váða nógvan eginpening, og peningastovnar klára lánfígging til skip og útgerð, olju, reiðskap o.a. útgerð, men bert um fiskirættindi, útlit og karmar hjá skipunum eru trygg.

Eitt nýtt skip kostar 200-300 mió kr, og tað krevur tryggar kvotur mong ár fram at forrenta.

Tað hevur alt at siga fyri okkara 150 ??? 200 arbeiðspláss umborð og fyri inntøkur til okkara og samfelagið, at vit hava fíggjarliga sterk og væl kjølfest útgerðarfeløg til at reka skipini trygt ár út og ár inn,serliga tá tað ber ímóti við veiði og prísum.

Ein nýggjur motorur kostar 10-tals mió kr, el-motorar, trol, spøl, veirar, brúgva-, verksmiðju- og frystiútgerð kosta milliónir hvørt.

Eru politikarar so hugmóðigir ella fávitskutir, at teir halda alt hetta koma og bera til av sær sjálvum, eisini um veiði- og kvotugrundarlagið verður rykt undan okkum, skipum okkara og reiðaríum?

Hvat er tað tó fyri amatørhugburður?

Landskassin mergsúgva høvuðsvinnuna?

Politikarar og embætisfólk, serliga búskapar- og fiskifrøðingar, avdúka sína øvund ímóti teimum, sum váða og stríðast nógv fyri at fiska, tá landstýrið nú krevur ???tilfeingisrentu???, t.e. avgjald fyri at loyva skipum at fiska.

??tlar politikarar at mergsúgva høvuðsvinnuna?

Tað ljóðar, sum fiskivinnan higartil bert hevur malið um egnan vinning og tískil nú skal tvingast at fóðra landskassan 100-tals milliónirog sostatt røkja sína skyldur móti ???Føroya fólki???, sum eigur fiskastovnarnar.

Men onkur skal út eftir fiskinum við skipum, sum onkur skal fíggja og gera út. Tað klárar ikki hvør Hanus og Janus.

Tær 2-300 mió kr, sum Barentshavið hevur givið í útflutningsvirði, kasta fleiri 100 mió kr av sær í hýrum, fiskaarbeiði á landi, avleiddum vinnum sum el-virkis-, smiðju-, skipasmiðju- o.a. fyritøkur, sum selja vistir, olju, teldur, maskinlutir og slíkar vørur og tænastur til hesi skipini.

Eitt kalla tey multiplikatoreffekt. Í tí liggur øll tann peningaumferðin, sum skapar peningsvirði, umsetning, handil og eftirspurning til ótald arbeiðspláss, sum okkara flakatrolarar gera og kasta av sær út í hvønn krók í landinum.

Tað skal vera løgið, um ikki landið og kommunurnar fáa líka nógvar milliónir inn í skatti og avgjøldum, sum trolarrnir í Barentshavinum leggja upp á land í útflutningsvirði.

Einki land brúkar uppboðssølu

Tað er ein gáta, hví hetta landstýrið skal selja fisk, arbeiðspláss, inntøkur og sostatt landsins vinnuliga grundarlag fyri at tynna tað soðið, sum frægastu skipabólkar og 100-tals menn í hvørjum skipabólki liva av.

Tey, sum ikki tola at síggja landsins vinnulív ganga væl, skapa nógv avkast, virði og vælferð til øll í samfelagnum, mugu vera sjúk av øvund.

Tey bera seg at, sum tann, ið brennir innbúgv og veggir fyri at halda húsini heit. Tað gevur líka stokkutan fløva, sum tá kellingin í frostkulda pissaði í buksurnar fyri at halda hitanum eina løtu longur.

Einki annað land á okkara leiðum brúkar uppboðssølu av fiskakvotum til at máa grundarlagið undir síni fiskivinnu. Rusland og Estland hava roynt tað eitt stutt tíðarskeið, men góvust skjótt við tí.

Hví skulu Føroyar so gera sama mistak aftur?

Hví skulu skip, fiskimenn og feløg missa inntøku, tí tey fyrst skulu gjalda landskassanum, áðrenn tey sleppa at loysa frá kei?

Ikki uttan svørðslag

Uppboðssølan hevur bert tað við sær, at tey, sum bjóða, mugu bjóða so høgt, at vinningurin hjá feløgum og skipum verður etin upp og koyrdur í landskassan til politikarar at svansa við.

??rslitið verður, at feløgini verða veikari og missa orku at endurnýggja og røkja skip, bygningar, virki, reiðskap osfrv.

Pf. Hvalnes í Klaksvík hevur slept ætlanini at byggja nýtt skip sum Norðborg, tí landstýrið við uppboðssøluni hevur oyðilagt grundarlagið undir so stórari íløgu. Hon kundi skapt fleiri arbeiðspláss og meiri pening ??? eisini til lands- og kommunukassan ??? sum gjaldið fyri uppboðssøluna.

Verður ætlanin hjá Varðanum at byggja nýtt virki í Suðuroy slept?

Klára Henrik Old, Kristin Mikkelsen og Sirið Stenberg at skaffa líka nógv arbeiðspláss har suðuri?

Í hvussu er einki útflutningsvirði til fólksins vælferð.

Flakatrolararnir hava latið frá sær Flemich Cap til línuskipini, sum hava søgulig rættindi har.

Men hví so taka søguligu rættindini frá trolarunum eystanfyri?

Nei, vit trolaramenn, okkara skip og reiðarí eru nú offur fyri landstýrisins øðrvitis- og øvundarpolitikki.

Hetta eru neyvan seinastu orðini í hesum vanlukkuleiki.

Vit trolaramenn ætla okkum ikki at lata okkum selja á uppboði uttan mótmæli.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder