"Seks ginur í SMS" - Frá døgunum 29. feb. - 3. marts fara nakrir 'up coming designers' at sýna fram eina øðrvísi verkætlan á torginum í SMS. Talan er um 2. árs næmingar á klædnadeildini á Glasi, sum fara at vísa fram hvat tær hava avrika. Verkætlanin eitur "Redesign" og dentur verður einans lagdur á at endurskapa, og ikki á tann ástøðiliga partin. Tilfarið skal verða endurskapa - tað vil siga, at tær hava fríðar teymar at nýta alt frá toyi, fløskum, ballónum, avísum o.ø. Arbeitt verður sjálvstøðugt í eina viku og endaliga plaggið verður síðani víst framm í SMS. Tílíkar verkætlanir eru altíð spennandi, tí einans hugflogið kann seta mørk. Klædnaatstøði er ein 2 ára útbúgving, har næmingarnir m.a. læra at seyma, konstruera og sniðgeva klæðir.
Vinna
Seks ginur í SMS
...
2016-02-29 22:30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald