2016-07-01 11:42
Jákup Skoradal, bóndi á Norðoyri, hevur selt mjólkarkvotuna til Suðuroyar, og harvið fer seinasta framleiðslan av mjólk á Borðoynni í søguna.
???Tað er við ringum tannabiti at eg havi selt kvotuna, tí tað hevur altíð verið mín barnadreymur at vera bóndi,??? sigur Jákup. ???Men sum støðan er, síggi eg meg ikki hava annan møguleika???, sigur hann.
Neytini hvørva tó ikki beinan vegin, tí avtalað er, at Jákup skal hava neytini í tvey ár, meðan keypararnir gera seg klárar at taka yvir.
Les meira á Norðlýsinum HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald