2016-01-27 05:17
Slættaberg fór í dag at sigla inn av svartkjaftafeltinum sunnanfyri, teir koma á Fuglafjørð mitt í nátt. Slættaberg hevur fulla last - uml. 1.400 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún.
Hetta verður seinasti túrur hjá Slættaberg, reiðaríðið hevur keypt nýtt skip, sum skal hava loyvini hjá Slættabergi - tí verður Slættaberg nú lagdur og Norðingur fær fiskiloyvi - manningin verður tann sama við Norðingi, sum hevur verið við Slættaberg.
Vit royndu at ringja umborð í kvøld, men sluppu ikki ígjøgnum.
Vit ynskja manningini reiðarí Guðs signing við nýggja skipinum NORÐINGI.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald