Ítróttur

Seinasta umfar í talvkappingini

...

2015-03-21 00:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Síðsta umfar í Liðkappingini 2014/15 verður telvað í nýggja skúlanum á Giljanesi í morgin - leygardagin 21. mars. Byrjað verður kl. 10.00. Ynskiligt er, at telvararnir møta í góðari tíð.

Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt,  telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. Dømi: Ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild.

Hesin regul er galdandi fyri allar deildir.

Í 1. deild er longu greitt, at Sandavágur er føroyameistari 3. árið á rað, kappingin um 2. og 3. pláss stendur millum Havnina og Klaksvík.

Í 2. deild stendur kappingin millum Vestmanna og Sandavág, Vestmanna hevur 24½ stig og Sandavágur hevur 24 stig, Havnin liggur á 3. plássi við 21½ stigi.

Í 3. deild er einki avgjørt, har hevur Gøta 14½ stig, Sandavágur 13½ og Havnin 12½ stig.

Støðurnar:

Talva eftir styrki í 1. deild - Sandavágur er føroyameistari.

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2  TB3 
1Sandavágur 1 *  * 44431.0160
2Havnin 1½ *  * 24423.0130
3Klaksvík 1½2 *  * 1344220.5100
4Rókur 1½½½3 *  * 2215.080
5Klaksvík 20½102 *  * ½10.530
6Toftir 10000022½ *  * 8.040


Talva eftir styrki í 2. deild.

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2  TB3 
1Vestmanna 1 *  * 21323324.5140
2Sandavágur 223 *  * 22424.0150
3Havnin 2½2 *  * 2334321.5120
4Sandavágur 3122½21 *  * 16.070
5Havnin 31½10 *  * 313.560
6Vestmanna 21½01½1 *  * 8.000


Talva eftir styrki í 3. deild.

Rk.Lið1234567 TB1  TB2  TB3 
1Gøta 1 * 24414.590
2Sandavágur 4 * 3313.580
3Havnin 42 * 212.580
4Toftir 212 * 210.040
5Sandavágur 50½ * 348.040
6Klaksvík 3½21 * 17.510
7Rókur 201½03 * 3.520

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder