2018-06-11 06:54

Leygardagin fekk Brimil boð um, at ein seglbátur var uppsteðgaður 20 fjórðingar suður úr Akrabergi.
Men frá Brimli royndu at fáa motorin í gongd aftur, men tað eydnaðist ikki.
Brimil sleipaði Seglbátin til Tórshavnar, og var inni við honum um Leygarkvøldi.
Forerunner hevur siglt frá Isle of Lewis Stornoway, og skuldi eftir ætlan sigla til Reykjavíkar í Íslandi.
Forerunner er frá Írlandi, men hevur týska manning.
Myndina hevur Eliesar Jakobsen tikið.
Kelda: Vørn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald