JN

Seðlarnir koma út klokkan 14

...

2021-06-27 07:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Seint í gjárskvøldi var ein grind funnin í Vestmannasundi, og gekk tað væl at halda henni til á Leynasandi.

Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur í morgun, at 51 hval løgdu beinini, og er hon merkt til 474 skinn. So talan er um stórar hvalir.

Seðlarnir koma út klokkan 14 í Kvívík. 

Enn er ikki avgjørt ordiliga hvussu býtt verður, men helst verður talan bæði um drápspartar og heimapartar til fólkini í Kvívíkar - og Vestmannakommunu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder