Politikkur

§ 52a fyrispurningur: Løgmaður ikki eftirlit við Løgtinginum

...

2016-02-10 21:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgmaður hevur ikki eftirlit við Løgtinginum, og tí er tað ikki rætt av løgmanni at meta um uppskot, sum løgtingslimir leggja fyri Løgtingið, og sum umsitingin hevur góðtikið. Tað svarar løgmaður millum annað í § 52a fyrispurningi frá Jógvani á Lakjuni, tinglimi Fólkafloksins, um lógardygdina í uppskotinum um samkynd hjúnalag.

-Tað er ikki rætt av embætinum at meta um lógardygdina av einum lógaruppskoti, sum landsstýrið ikki hevur lagt fyri Løgtingið, og sum løgtingsumsitingin í hesum førinum bæði løgfrøðiliga, lógartøkniliga og málsliga hevur ábyrgdina av, svarar løgmaður millum annað.

Svar løgmans kann lesast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder