Politikkur

§ 52 fyrispurningur til Høgna Hoydal, landstýrismann í landbúnaðarmálum

...

2018-06-06 07:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Spurningur 1:Hvørjir møguleikar hava bøndir og aðrir seyðaeigarar at sleppa av við ullina í ár.

Spurningur 2: Hvørji stig eru tikin, so at skommin frá í fjør, tá meginparturin av føroysku ullini varð brend, ikki endurtekur seg.

Viðmerkingar:

Fyri knøppum ári síðani, meðan fólk gingu føroysku fjøllini og royndu at fáa ullina til høldar, visti útvarp kringvarpsins at siga frá, hvussu væl ull brennir á brennistøðunum? Flestu eru væl samd við mær í, at tóat ullin í dag ikki er "Føroya gull", so kunnu vit ikki loyva okkum hetta og at allar royndir at gagnnýta føroysku ullina mugu stuðlast!

Hóast eg fleiri ferðir seinasta árið havið spurt um málið, hevur ikki eydnast mær at fáa sannførandi svar um, hvussu verður í ár. Verður gjørt sum í fyrrárið, tá figgjarliga stuðlað ullamóttøka var á royndarstøðini í Kollafirði, ella fer politiska líkasælan frá í fjør, tá játtaði stuðulin varð brúktur til onnur endamál, at endurtaka seg?

Hóast stutt er til fyrstu fjøllini verða gingin, vóni og vænti eg, og óivað mong við mær, at landsstýrið loysir hendan trupulleikan og skipar og stuðlar eina almenna ullamóttøku! Á hendan hátt kunnu bálini, sum annars aftur kunnu hugsast at fara at brenna runt landið í summar, okkum og sokallaðu ???unspoiled??? náttúru og landi okkara til vanæru, verða forðaði.

Jenis av Rana

løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder