2016-01-22 18:51
KVF: Eingin frá altjóða deildini hjá Sea Shepherd kom í Føroya rætt klokkan eitt korter til tíggju í morgun, tá revsimálið móti Stichting Sea Shepherd Global í Amsterdam skuldi byrja.
Eftir at hava lurtað eftir ákæranum, Lindu Hesselberg, og verjanum, Jógvani Páll Lassen, í næstan tveir tímar, avgjørdi sorinskrivarin, Henrik Møller, at sjónarmiðini hjá verjanum vóru sterkari.
Ákæruvaldið hevði boðsent 15 vitnum, sum vóru á sandinum ella í báti. Trý tey fyrstu vóru longu komin í Dómhúsið, tá úrskurðurin fall: eingin rættarfundur á hesum sinni, les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald